Suðuroyggin skal vera næsta øki í landinum, har vindorkan verður bygt út. Tað heldur SEV.
Sostatt heitir SEV nú á Jarðfeingi um at bjóða vindorku út í Suðuroynni.
Í fyrstu atløgu verður mælt til tvær vindmyllur í Suðuroy.
- Elnýtslan í Suðuroynni er økt munandi í seinastuni og tað er ein orsøk til, at SEV hevur sent Jarðfeingi skriv, við áheitan um at fara undir eina tilgongd at bjóða vindorku út í Suðuroynni.
- Fleiri hóskandi støð eru at seta myllur upp í Suðuroynni, men SEV mælir til at byrja varliga, soleiðis at tvær vindmyllur á 900 kW verða settar upp í fyrstu atløgu, sigur SEV.
SEV heldur, at í royndunum at minka oljuútreiðslurnar, sum standast av at tryggja Suðuroy streym, er vindurin skjótasta orkukeldan at fara eftir.
- Vindmyllurnar eru lutfalsliga skjótar at seta upp, og við tveimum vindmyllum av sama slagi sum tær í Neshaga, ber til at framleiða 7 GWt um árið.
- Tað svarar til 20 prosent av allari elnýtsluni í Suðuroynni í fjør.
- Verða bara tvær vindmyllur settar upp, kann SEV spara seks milliónir krónur í olju í Suðuroy um árið.
Vatnorkuverkið í Botni ger eini 5 GWt at streymi um árið.
- Við slíkari vindorkuútbygging vil varandi elframleiðslan í Suðuroy økjast upp í eini 34 prosent, sigur SEV.
- Tað er ikki ráðiligt at seta fleiri vindmyllur upp í fyrsta umfari, tí netið í oynni, sum ikki er partur av meginøkinum, er neyvan ført fyri at taka ímóti meira, leggur elfelagið afturat. |










