SEV verður dýrari hjá streymslúkarum

Streymurin dýrkar hjá teimum virkjum, sum brúka mest streym

Á nýggjárinum dýrkar streymurin hjá teimum virkjunum, sum brúka mest av streymi.

 

- Talan er um tey ídnaðarvirkini, sum brúka meiri enn 20.000 kilowatt tímar um árið, sum nú skulu rinda meiri fyri streymin, sigur Jákup Suni Lauritsen, formaður í stýrinum fyri SEV.

 

Í fjør ætlaði SEV at hækka prísin hjá hesum virkjum 11 oyru fyri kilowatt tíman, men tað vildi eftirlitið ikki góðtaka.

 

Eftirlitið vildi hava hækkingina býtta sundur í tvey.

 

Fyrsta januar í ár dýrkaði streymurin hjá hesum virkjum sostatt seks oyru fyri kilowatt tíman og nú tann fyrsta januar hækkar hann aftur fimm oyru fyri kilowatt tíman.

 

Sostatt fara hesi virkini at rinda 1,15 krónu fyri kilowatt tíman eftir fyrsta januar, og tá er mvg ikki talt við.

 

Jákup Suni Lauritsen, sigur, at prísurin á streymi til húski og vanlig vinnuvirki, verður ikki dýrari.