Nakað torskilt man tað vera hjá flestu føroyingum fyrst (27. november í ár í Sosialinum) at fáa at vita, at SEV er í samráðing við DONG um samstarv at seta vindmyllur upp í landinum, og at SEV í løtuni arbeiðir við frágreiðing um møguleikar og tørvin á at seta upp vindmyllur, og síðan 10 dagar seinri at lesa, at ongar ítøkiligar ætlanir eru, men at man ikki vil útihýsa onkuntíð seinni í tíðina at útbyggja við vindorku.
Støðugar orkukeldur
Vatnorka er ein av fleiri varandi orkukeldunum. Alduorka, streymorka, vindorka og sólarorka eru allar óstøðugar orkukeldur, ið virka á hvør sín hátt hvør til sína tíð. Til ber tí ikki at siga sum Klæmint Weihe, at vatnorka er ein betri orka enn vindorka, tó hann kundi nevnt, at vatnorka er einasta av varandi orkukeldunum, ið hevur dálking við sær og álvarsamt árin á náttúru og umhvørvi.
Einvegis satsing á kostnaðarmikla vatnorku, tá nógv bíligari og rein orka er tøk í nógva vindinum, tykist sakna sakliga grundgeving. Sjálvt um nógvir dagar og vikur eru á sumri uttan dropa av himli, skróvturt undir hvørjum steini, einki drekkivatn og vatn til fiskaarbeiðið og hálvtómar byrgingar, so er næstan alla tíð so mikið av vindi, at myllan hjá SEV gevur væl av orku, mleið 38.000 kwt um mánaðin frá mai til august. Verður ov lítið regn í longri tíð, tømist vatngoymslan, og dieselmotorarnir mugu setast at koyra við fullari megi. Vindurin heldur fram, bert 4 m/sek er nokk til at fáa ravmagn. Úttalilsið hjá SEV-stjóranum um støðuga vatnorku og framleiðslu av ravmagni, tá tørvur er á tí, skal sjálvandi takast við fyrivarni.
Vetrarhálvuna er ov nógv vatn til ravmagnstørvin, og fer hetta tí óbrúkt um byrgingina og í annars turrløgdu ánna. Gott, at áin eisini fær vatn, men við tí ovurhonds stóra kostnaði, ein vatnorkustøð hevur, kundi avlopsframleiðslan verið goymd til summarturkin.
Livitíð
Klæmint Weihe samanber livitíð hjá vindmyllum við Eiði III verkætlanina, ið sum kunnugt er 15 km vatnsavningartunlar og 48 áarinntøk millum Funning og Funningsbotn. Antin gevur Klæmint Weihe við vilja ógreiðar upplýsingar, ella er hann skeivt endurgivin av blaðmanninum. Hetta kannar blaðmaðurin á Sosialinum um møguligt, og fær lesarin rættar upplýsingar.
Fleiri krøv
Stjórin nevnir einans trý krøv til øki, har vindmyllur kunnu setast upp. Støðugan vind, gott vegaamband og ein hápenningarlinja nær við. Krøvini eru nógv fleiri og av stórum og enntá størri týdningi, enn at loyvi kann gevast til uppsetan av vindmyllum á annars góðum plássum við støðugum vindi, nýggjari háspenningarlinju og vegatgongd. Frítíðar- og rekrativ øki, tjóðgarðar, øki við vísindaligum, siðsøguligum ella t.d. friðingarorsøkum, serstøk fuglasløg, flytifuglar, flúgvileiðir og flogvøllir, antennur og parabolskipanir, fráleiki til búseting, ferðsluvegir o.a. eru eisini evni, ið eiga at viðgerast, tá vindmyllur skulu fyrireikast til uppseting.
Vindmyllur og Agenda 21
Klæmint Weihe sigur at enda í samrøðu við Sosialin, at tað er órealistiskt og uttan fyri veruleikan at seta 39 myllur upp í Føroyum. Hetta er beinleiðis undanførsla og hevur einki við veruleikan at gera. Vit hava einamest í útjaðaranum eitt ov veikt útbygt ravmagnsnet við trupulleikum serstakliga á vetri, og er ein uppgáva hjá SEV, at vit hava eitt sterkt og helst niðurgrivið kaðalnet. Netið eigur ikki at vera ein forðan fyri vindorku ? sjálvandi. Uppskotið Vindmylluatlas fyri Føroyar er langtíðarætlan til burðardygga samfelagsmenning sambært Agenda 21 og ítøkiligt ískoyti at minka 20% um koltvíiltudálkingina til ár 2020.
Hetta gerst á mest effektivan hátt við vindmyllum, ið eingi útlát hava til umhvørvið av nøkrum slag. Vit fáa sera bíligt ravmagn, spara náttúru- og umhvørvisvirðini, minka um flutnings- og oljuútreiðslur, álvarsamar dálkingarstøður, økja nógv um trivnað og møguleikar á útoyggjum og fáa nógv betri rakstur í vinnuna á landi.
At vindmyllu-veruleikin, ið føroyingar síggja dag um dag við t.d. innflúgvingarleiðina til Keypmannahavn, og annars kring um í grannalondunum, enn er órealistiskur fyri Klæmint Weihe, er sera óheppið í allar mátar.
Við miðvísari fyrireiking og útbygging av ravmagnsnetinum at taka ímóti vindorku frá veitarum, ið kunnu vera vindmyllufeløg og privatir veitarar, er uppgávan at seta tvær til tríggjar myllur upp um árið í t.d. 16 ár á ongan hátt órealistiskt. Ein skilagóð arbeiðsætlan kundi verið at byrja við Stóru Dímun og Koltri og útoyggjunum annars, ið ikki hava kaðalsamband til meginøkið. Ein 20 KW mylla gevur 60-70.000 KWt ella 6-7 ferðir tørvin á t.d. Stóru Dímun, og tvær 75 KW myllur í Skúvoy ella Mykinesi geva 500.000 KWt ella tað dupulta av tørvinum. Meirframleiðslan kann goymast og nýtast, tá tørvur er á henni ella til hita og onnur skilagóð og mennandi endamál.
Orku- og ravmagnsmálið er eisini ravmagnskostnaður, avgjaldsskipanir, fleirstreingjað framleiðsla, goymsla, nýggj tøkni, transmissións- og veitanarnetið, søla og umsiting, eftirlitspartur o.a. Her er nokk at tríva í í nýggja árinum.
Vindmylluatlas fyri Føroyar
Uppskotið Vindmylluatlas fyri Føroyar kann eftir nýggjár finnast á heimasíðuni hjá Oljumálastýrinum og verður eisini til keyps í nøkrum bókhandlum. Evni, ið verða viðgjørd, eru m.a. varandi orkukeldurnar, dálking frá vatn- og termiskari orku, Agenda 21 og norðurlendsku umhvørvisætlanirnar, goymsla av ravmagni, brennikyknur, umhvørvisskrá 2001-2020, vindviðurskifti og mátingar, náttúru- og lendisviðurskifti, ravmagn 1999-2020, vindmyllur, orkubygnaður, umframt hópur av kelduávísingum.
Upplýsingar um vindorku og vindmyllur finnast í hópatali á sera góðari heimasíðu hjá Dansk Vindmølleindustri. Adressan er: www.windpower. dk
Á heimasíðuni hjá Reyters News Service fáast dagførd tíðindi innan m.a. orkuútbyggingar í heiminum. Adressan er www.planetark.org/ dailynewsstory
Her eru t.d. fýra feskar nýggjheitir úr Onglandi og Skotlandi:
3,6 MW vindorkuparkin Parc Cynog Wind Farms í Wales. Tikin í nýtslu 10. desember í ár.
58,5 MW vindorkuætlan Cefn Croes, Ceredigion, UK. Undir fyrireiking, kostn. 400 mió. kr., nøktar tørvin hjá 35.000 húsarhaldum
100 MW vindorkuætlan Scottish-Southern Energy í Girvan. Undir fyrireiking.
600 MW vindorkuætlan í Norðurskotlandi. Verður fyrireikað av British Energy, ið er kjarnorkufelag. Undirsjóvarkaðal 640 km langur skal veita ravmagn frá fleiri off-shore vindmylluparkum til meginøkið.
Meiri áhugað finna europeiska vindatlassið á heimasíðuni hjá Dansk Vindmølleindustri. Ársins jólagávuhugskot kann vera anpartar í danska vindorkuídnaðinum, ið fáast hjá VMA-Børsen (Vind Mølle Andels Børsen). Adressan er www.vmab.dk