Battarískipanin í Húsahaga, sum javnar óstøðugu vindorkuna frá vindmyllunum inn á elnetið, var vald sum besta verkætlanin av 27 verkætlanum á stórari altjóða ráðstevnu um varandi orkumøguleikar í Køln í síðstu viku. Harvið fekk battarískipanin, sum er gjørd í samstarvi millum SEV, fronsku battaríverksmiðjuna, SAFT, og týsku vindmylluverksmiðjuna, ENERCON, 1. viðurkenning.
Skipanin hevur nú í fleiri umførum vakt ans uttan fyri Føroyar, tí hon er eitt nýbrot, sum eisini kann brúkast aðrastaðni. Battarískipanin var m.a. eisini nevnd í frágreiðingini frá Norðurlendska Ráðharraráðnum um orkusamstarv í Norðurlondum, sum kom út fyri góðum tveimum vikum síðani.
- Vit eru errin av hesi viðurkenningini og annars stóra áhuganum, sum battarískipanin hevur í altjóða orkuumhvørvinum. Tað gevur okkum áræði at halda á at bróta burtur úr nýggjum á leiðini fram ímóti málinum um 100 prosent grøna orku á landi í Føroyum í 2030, staðfestir Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.