SEV-strategi fyri milliardir má endurskoðast

Príshækkingin hjá SEV fyri 2011 er bert toppurin av einum stórum ísfjalli, ið føroyska samfelagið skjótt rennur á. Kommunurnar, sum eiga SEV, mugu sum skjótast inn í strategisku ætlanirnar hjá SEV, áðrenn fleiri skilaleysar rokningar fyri milliardir verða útskrivaðar og sendar borgarum og vinnulívinum.

Orðaskiftið seinastu vikurnar um SEV er íkomið, tí fleiri kommunur – teirra millum Tórshavnar Kommuna – hava sagt nei til el-príshækkingina hjá SEV, og sum borgarar og vinnulív nú skulu gjalda.

Á seinna eykaðalfundinum beint fyri jól varð við teprum meiriluta samtykt at hækka prísin 19 oyru pr. kilowatt-tíma í 2011.

Tað er tó greitt, at SEV ætlar eisini at hækka prísin við 19 oyrum aftrat bæði í 2012 og í 2013. Henda príshækking á 57 oyru yvir 3 ár fara at kosta føroyskum húskjum eina eyka el-rokning uppá uml. 3.000 krónur umframt mvg.

Harumframt fær hetta stórar fíggjarligar avleiðingar fyri alt tað føroyska vinnulívið, serliga útflutningsvinnuna, sum frammanundan hevur sera trongar fíggjarumstøður og vánaligt kappingarførið móti útlandinum.

Himmalrópandi arrogansa
Eg og fleiri við mær hava víst á, at hetta er ikki rætta stundin at leggja tyngri fíggjarligar byrðar á vanliga føroyingin og á vinnulívið. Hesum kunnu vit ikki standa inni fyri.

Tí avgjørdi fyrri aðalfundurin hjá SEV at vraka fíggjarætlanina hjá SEV. Leiðsla og nevnd í SEV fingu greið boð um at endurskoða sínar fíggjarligu dispositiónir og leggja nýtt uppskot til fíggjarætlan fram, so at príshækkingin ikki varð so stór.

Men leiðslan og nevndin valdu fult og heilt at ignorera boðini frá evsta valdi felagsins, aðalfundinum, og løgdu sama uppskot fram aftur. Eg hevði fleiri spurningar til SEV um fíggjarætlanina og íløguætlanina komandi árini, men fekk ikki svar.

Slíka himmalrópandi arrogansu havi eg aldri áður upplivað í mínum eftirhondini langa politiska lívi.

Eg havi sagt tað fyrr, at var SEV ein vanlig fyritøka, var bæði leiðsla og nevnd send til hús á staðnum.

Viðgerðin av fíggjarætlanini hjá SEV er dømi um eina leiðslu og nevnd, sum fullkomiliga hava mist sambandi við samfelagsliga veruleikan, ið SEV sum einaráðandi elveitari hevur so týðandi leiklut í.

Íløgur fyri milliardir
Tað áleikandi kjakið um el-príshækkingina komandi trý árini er bert toppurin av ísfjallinum, tí SEV-strategiin fær víðfevndar fíggjarligar avleiðingar fyri borgarar, fyritøkur og samfelagið alt.

Strategiin er ikki bert at útbyggja vatn- og vindorku og at røkja føroysku streymveitingina, so veitingarskyldan kann haldast, og so føroyingar fáa streym av góðari góðsku.

Nei, SEV vil gera gigantiskar íløgur fyri milliardir fyrst og fremst til at leggja um frá verandi orkukeldum til meira varandi orkukeldur.

Ongin kann hava nakað ímóti tí grøna orkutankanum. Hann er bæði góður og positivur.

Trupulleikin er, at tann grøna strategiin við teimum gigantisku íløgunum skal fíggjast. Rokningin skal jú gjaldast, og føroyski brúkarin hevur í dag ikki møguleika at velja annan elveitara, um tey eru ónøgd við prísin.

Ein grundleggjandi fortreyt má tí vera, at íløgan rindar seg aftur og gevur tað neyðuga íkastið til raksturin av SEV. Og her greitt, at tað er ikki líkamikið, hvørjar grønar orkuverkætlanir eru mest áhugaverdar at satsa uppá í framtíðini.

Sambært SEV kostar sum dømi íløgan í vindorku-útbygging minni enn 1/10 av íløguni í vatnorku frá Víkarvatni í Norðstreymoy í mun til ta orku, sum fæst burturúr.

Út frá einum reint fíggjarligum og samfelagsligum sjónarmiði má spurningurin tí reisast, um hetta yvirhøvur er rættur vegur at fara?

Eg eri sannførdur um, at tað er tað ikki, og tað havi eg gjørt vart við. Ein av spurningunum, sum eg setti SEV leiðsluni – bæði áðrenn og á sjálvum aðalfundinum er, um íløgurnar loysa seg fyri føroyska samfelagið, um nøkur óheft kost-nyttu greining er gjørt av íløguni í vatnorku, og um útbyggingin hevur við sær sama ella bíligari el-prís fyri brúkaran. Men sum sagt – einki svar. Ein annar spurningur var, hvussu SEV avskrivar sínar ognir, og hvørja ávirkan hetta hevur á rakstrarætlanina, heldur ikki tí spurninginum svaraði leiðslan hjá SEV.

Landið eigur orku- og vegurlagspolitikkin
SEV hevur einaráðandi støðu í elframleiðslu og elveiting í Føroyum. SEV hevur gingið á odda at verja hesa støðu. Tíverri, tí SEV er framvegis ein afturlatin statur í statinum, sum heldur seg vita og megna alt best sjálvur. Allir spírar til grønar orkuverkætlanirnar uttanfyri SEV verða effektivt kvaldir í føðingini, og í staðin setir SEV út í korti sína egnu strategi, sum hvørki einstaki brúkarin ella samfelagið sum heild megnar at gjalda.

Sjálvandi skal SEV vera við til at røkka teimum málum, sum landsstýrið hevur sett á orku- og vegurlagsøkinum. Men SEV skal ikki gera og fíggja alt.

Í øðrum londum leggur staturin nevniliga fíggjarligan rygg til stórar útbyggingarverkætlanir, sum hava støði eitt nú í orku- og veðurlagspolitikkinum.

Her eru okkara landsmyndugleikar tíverri eftirbátur, og tað við lít.

SEV og strategi endurskoðast
Eg havi á aðalfundinum kravt, at øll útbyggingarstrategiin verður endurskoðað bæði í mun til val av orkukeldum, kostnað og fígging. Hetta er mál av størsta álvara, tí strategiin á borðinum er ikki fíggjarliga haldbær hvørki fyri SEV, brúkararnar ella samfelagið.

Tí hava kommunurnar sum eigarar av SEV serliga ábyrgd at tryggja, at skil er í langtíðaríløguætlanini og serliga tí kostnaði, sum borgarar og vinnulív skulu rinda, skal tað frameftir verða møguligt at liva og virka í Føroyum.

Og í hesum sambandi er púra greitt, at landið skal inn at fíggja sín part av íløgunum eisini.

Sum eigarar av SEV skulu kommunurnar eisini hyggja nærri eftir SEV, so at felagsskapurin bæði í mun til bygnað og virksemi er tíðarhóskandi. Hesum slepst ikki undan.

Í fjølmiðlunum beint fyri jól varð sagt, at Heðin tapti stríðið í SEV. Nei, góðu fólk. Tað var alneyðugt at vakja leiðslu og nevnd í SEV, og lat tí ongan iva verða um, at stríðið fyri skilabetri ætlanum og rímiligum streymprísi í Føroyum er júst byrjað!

Við ynskjum um gott nýggjár.