Gotlands Energi AB, ella bara GEAB eitur tað, sum svarar til SEV í Gotlandi.
Kenda svenska orkufyritøkan, Vattenfall eigur 75 prosent av Gotlands Energi AB, og landspartaumsitingin í Gotlandi eigur hini 25 prosentini av ravmagnsfyritøkuni.
Stjóri í GEAB er Björn Axelsson. Men Björn Axelsson er ikki bara stjóri í eini tí størstu fyritøkuni í Gotlandi. Hann er eisini ein sera stinnur borðtennisspælari, og á oyggjaleikunum gjørdi hann ikki mætari enn at vinna gull fyri Gotland í einsmansleiki.
Í oyggjaleikafinaluni í einmansleiki í Södervärnshallen í Visby vann Björn Axelsson 4-2 á Ivik Nielsen úr Grønlandi í finaluni. Settmunurin var 11-5, 12-10, 11-7, 6-11, 10-12, og 11-9. Somu spælarar møttust í bronsudystinum á oyggjaleikunum á Jersey í 2015, og tá vann Björn Axelsson 4-0.
Í Gotlandi eru tey sera stolt av, at teirra "SEV"-stjóri er oyggjaleikameistari í borðtennis, og lokalu miðlarnir gera væl burturúr hesum gullinum.