SEV skal líkjast partafelag

Umboðsnevndin í SEV samtykti í dag at skipa SEV eftir partafelagslíknandi leisti, sum skal gera felagið smidligari og meiri tíðarhóskandi Á umboðsnevndarfundi hjá SEV á Hotel Føroyum í dag tók nevndin undir við einum uppskoti hjá stýrinum um at skipa elfelagið eftir partafelagslíknandi leisti. 45 atkvøddu fyri og 13 ímóti.

Samtyktin ber við sær, at SEV heldur fram sum lutafelag, men verður skipað eftir partafelagslíknandi leisti frá 1. januar í 2009.

-Tíðin krevur, at SEV broytir seg. Nýggja tíðin bíðar ikki eftir SEV. Nýggja tíðin krevur nevniliga, at fyritøkur eru førar fyri at taka skjótar avgerðir, og at samstarvið og samskiftið við aðrar partar fer fram á so skjótan og smidligan hátt sum gjørligt, segði Leivur Hansen, stýrisformaður, tá hann legði uppskotið fram.

Stýrisformaðurin legði dent á, at nýggja skipanin knýtir eigararnar tættari at SEV, tí tað verður eitt meira beinleiðis samskifti millum kommunurnar og elfelagið, stendur á heimasíðu felagsins.