Sev skal ikki kappast við privat elfeløg

Vit skulu ikki vænta, at prísurin á streymi fer at lækka hesi fyrstu nógvu árini

Tað er ikki skynsamt, at Sev framhaldandi skal gera streym í kapping við privat elfeøløg. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í orkumálum.  Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir, samgongan hevur við Sev.

 

Helgi Abrahamsen sigur, at fundir hava verið við Sev og ein bólk av borgarstjórin um, hvussu elorkan skal skipast í framtíðini og nú eru partarnir farnir hvør til sítt at viðgera uppskotið til semju, sum kom burtur úr teimum fundunum.

 

Uppskotið um semju snýr seg um, at í framtíðini skal Sev halda seg til at reka sjálvt elnetið og samstundir skal Sev røkja vatnorkuverkini, oljukraftverkini og komandi pumpuskipanina í Vestmanna, sum skulu tryggja okkum eina trygga, álítandi og støðuga elveiting.

 

Men Sev skal ikki taka lut í tí virksemi, sum privat elfeløg skulu kappast um og tað merkir, at Sev skal ikki vera við í arbeiðnum at byggja vindorku, sólorku, og aðrar, varandi orkukeldur, út.

 

– Hetta merkir tó ikki, at kommunurnar verða útihýstar frá at menna vindorku og aðrar, varandi orkukeldur, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann sigur, at sostatt er onki til hindurs fyri, at kommunurnar stovna eitt felag, sum kann framleiða elorku til føroyska samfelagið, men tað skal vera óheft av Sev. Í hesum sambandi kunnu kommunurnar stovna eitt nýtt felag. Men verður talan um eitt dótturfelag hjá Sev, skal dótturfelagið hava sjálvstøðuga leiðslu og nevnd.

 

Hetta er fyri at sleppa undan, at bland kemur í framtíðar virksemið hjá Sev at reka elfelagið og eitt felag, sum skal gera strey fyri at tryggja, at Sev ikki gevur sínum egna framleiðslufelag ein fyrimun.

 

– Málið er ein javnsett kapping ímillum óheftar partar og tí er tað ikki skynsamt, at Sev eisini hevur ein leiklut sum framleiðslufelag í kapping við onnur framleiðslufeløg, sigur Helgi Abahamsen.

 

 Hann vísir á ítøkiliga málið, har elveitingareftirlitið og Sev hava hvør sína áskoðan á, hvussu vindfelagið í Húsahaga skal avroknast. Tað er í eini tílíkari støðu sera óheppið, at tað eru júst somu persónar, sum hava ábyrgdina av Sev netinum og Vindfelagnum í Húsahaga, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann sigur, at í hesum føri eiga bæði feløgini at hava heilt hvør síni áhugamál, men tá ið feløgini eru fíggjarliga bundin saman, og júst somu persónar sita báðumegin borðið, ber illa til at liva upp til kravið um óheftni.

 

– Hendan tvístøðan ímillum myndugleikan og Sev hevði verið munandi lættari at loyst, um áhugamálini hjá Sev-net og Vindfelagnum í Húsahaga, ikki vóru samantvinnað við somu ábyrgdarpersónum, sigur hann.

 

Hann leggur afturat, at skal tað eydnast at leggja um til grøna orku, krevst, at fleiri privat virki sleppa framat at gera streym, tí íløgurnar eru so stórar. Men av tí at íløgurnar eru so stórar, er heldur ikki væntandi, at elprísurin fer at lækka hesu fyrstu, nógvu árini, leggur hann afturat.