Sev er komið í neyð av hækkandi oljuprísum!
Hóast bara ein fjórðingur er farin av árinum, er tað longu nú greitt, at heldur hesin oljuprísurin sær, tað, ið eftir er av árinum, fara heilar 25 milliónir at mangla í á oljujáttanini hjá Sev.
Og Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, ásannar, at tað er onki, sum bendir á, at oljuprísurin fer at lækka aftur við tað fyrsta.
Tað merkir, at antin fer hallið hjá Sev í ár at verða 25 milliónir hægri, enn tað annars er mett, at tað fer at verða.
Felagsskapurin hevur annars lagt eina fíggjarætlan í ár har tey hava væntað eitt hall upp á 32 milliónir.
- So skal alt hallið, sum hækkandi oljuprísurin førir við sær, leggjast oman á, fer Sev at hava eitt hall upp á 57 milliónir í ár.
Stjórin ásannar, at støðan er ómetaliga tórfør, men at leiðsla og nevnd arbeiða nú við ymsum ætlanum fyri at bøta um úrslitið.
Ymsar loysnir
Arbeitt verður við ymsum loysnum.
Ein loysn er at lata hallið veksa hasar 25 milliónirnar.
Ein onnur loysn er at skilbøta raksturin og at skarva av umsitingini og teimum tænastum, sum Sev annars veitir.
Tað kann merkja, at ábøtur, røkt og útbyggingar verða drýggjaðar og tað kann fáa avleiðingar fyri el veitingina við fleiri streymslitum.
Ein triði møguleiki er at hækka prísin og tað er eisini ein sannlíkur møguleiki, staðfestir Hákun Djurhuus.
Hann sigur, at hvørja ferð prísurin á streymi hækkar 10 oyru fyri hvørt kilowatt, gevur tað Sev 27 milliónir í kassan.
Men ein príshækking kann ikki verða sett í gildið fyrrenn árið er hálvrunnið og tískil verður talan um eina príshækking upp heili á 20 oyru fyri hvørt kilowatt, umframt mvg, ella 25 oyru tilsamans.
Talan kann eisini verða ein samanrenning av hesum trimum loysnunum.
- Tað veldst alt um, hvat eigararnir, sum eru kommunurnar, siga, men tað veldst eisini um, hvat fíggingarstovnarnar siga, ásannar Hákun Djurhuus.
Hækkar prísurin 25 oyru fyri hvørt kilowatt, fer tað at geva hvørjum húsarhaldi eina eykarokning upp á 1000 krónur um árið.
Hendan príshækkingin kemur so oman á hækkingini upp á 18,75 oyru fyri hvørt kilowatt, sum prísurin hækkaði á nýggjárinum.
aki@sosialurin.fo