El-felagið Sev hevur nú í meira enn 100 ár staðið fyri at veita okkum øllum streym. Veitingarskyldan ger, at vit øll hava rætt at vera íbundin, og øll til sama prís líka mikið hvar vit búgv í landinum.
El-skipanin er grundsúlan í samfelagnum og forfreyt fyri øllum framburði, og allari vælferð.
Ágangur hevur verið, og er, á okkara alra skipan. Stórt trýst er frá privatum veitarum at sleppa framat. Elveitingarlógin tilskilar, at vindorka skal bjóðast út, og tað verður hon.
Í flestu grannalondunum er el-veitingin privatiserað. El-veitingin er blivin ein handislvøra sum kastar nógv av sær. El-veitingin er nógva staðni farin frá at vera ein grundleggjandi samhaldsføst vælferðarskipan til nakað, sum tilber at vinna pening uppá. Tað gongur sjálvsagt útyvir prísin, og tað er tað bara kundin, sum skal gjalda fyri tað.
Nú heimurin hevur verið raktur av inflatión er okkara heilt støðugi el-prísur tað, sum hevur gjørt, at vit so nøkulunda eru komin ígjøgnum. Vit síggja høgu prísirnir í grannalondunum. Hesa støðu mugu vit ikki koma útí. Tað kemur at raka okkum øll, og serliga tey, sum sita hart í tí fíggjarliga.
Fyri teg, meg og Føroyar skulu vit øll framvegis eiga orkuveitingina, og hon skal ikki privatiserast.
Sirið Stenberg
Tjóðveldi










