SEV setur ávaringar upp

Fólk, sum ferðast niðanfyri norðasta vatnbrunnin hjá SEV í Vestmanna

verða í næstum ávaraði um, at hetta kann vera vandamikið

Sosialurin skrivaði seinasta leygardag um eina familju, sum kom illa fyri á eini útferð norðanfyri Vestmanna síðsta summar.

Børn og vaksin máttu flýggja sum fyri lívinum, tá SEV - brádliga og uttan ávaring - slepti vatninum úr norðasta brunninum, sum tey rópa Vatnið.

-Hattar fær nú avleiðingar, staðfestir Poul Joensen, leiðari á Fossáverkinum í Vestmanna.

Hann sigur, at skelti og ein ávaringuarlúður eru bíløgd og verða sett upp í "nærmastu framtíð".

Skeltið fer at boða frá, at tað kann vera vandamikið, at uppihalda sær niðanfyri vatnbyrgingina. Samstundis fer ein lúður at ýla áðrenn vatnið verður slept.

-Fólk kunnu framvegis sóla sær við byrgingina, men nú vera tey so ávaraði um, at tað er teirra egna ábyrgd, sigur Poul Joensen.

Vatn verður við jøvnum millumbili tappað úr Vatninum, sum er ein goymslubrunnur. Hetta hevur verið gjørt øll árini, men higartil hava eingi ávaringarskelti ella ávaringarskipan verið á staðnum.


Myndatekstur:


Maður, kona og trý børn mundu komið illa fyri við eina av vatnbyrgunum hjá SEV í summar. Hendingin, sum varð umrødd í Sosialinum leuygardagin, fær nú avleiðingar