SEV setur upp løðistøðir til el-bilar í Klaksvík

Nú verður gongubreytin frá Keypsamtøkuni og suður móti innkoyringini til parkeringsøkið niðanfyri grivin upp. Hetta fyri at leggja nýggjar el-kaðalar til løðistøð, sum verður sett miðskeiðis á parkeringsøkinum - við ta ein grønu oynna.

Nú verður gongubreytin frá Keypsamtøkuni og suður móti innkoyringini til parkeringsøkið niðanfyri grivin upp. Hetta fyri at leggja nýggjar el-kaðalar til løðistøð, sum verður sett miðskeiðis á parkeringsøkinum - við ta ein grønu oynna.

 

Tá kunnu tveir bilar løða við hetta staðið. Í mun til stødd á bili og battarí verður talan um skjóta løðistøð, sum eftir o.u. 20 min. kann løða áleið tóm battarí upp til 80 prosent av fullari styrki.

 

Fundamentið verður gjørt í komandi viku og rokna teir hjá SEV við, at um hálvan november stendur løðistøðin uppi, klár at brúka.

 

Tað eru nakrir gjaldshættir, sum kunnu koma uppá tal, og fer tíðin so at vísa, hvør er tann besti ella mest lagaligi og lættasti. Ein er at nýta eitt sokallað RFID-kort, sum skrásetur brúkaran, har hann síðani fær eina rokning frá SEV fyri veitingina. Ein annar er at tasta eina PIN-kotu inn á treminalin. Ein triðji máti er við eini App á fartelifonini.

 

Men í fyrstu syftu verður helst skipan við rokning til brúkaran. Tíðin fer so at vísa, hvør skipan er tann besta fyri allar partar.

 

Seinni verða eisini tvær minni løðistøðir settar afturat við parkeringsbásarnar niðanundir gongubreytina við Nólsoyar Páls gøtu.

 

Hetta er annars fyrsta løðistøð av sínum slag í Føroyum, sigur Dánjal Jógvan Hansson hjá SEV og leggur afturat, at samstarvið við Klaksvíkar kummunu hevur gingið fyrimyndarliga væl. Teir søktu um stað at seta løðistøðirnar á týsdag og høvdu svarið við staðseting og loyvi í hondini fríggjadag í somu viku.

 

Kostnaðurin av orkunýtslu hjá einum eldrivnum bili er munandi minni enn á einum vanligur bensin/dieselbili og afturat kemur minni viðlíkahald, so sum oljuskift og annað.

 

So, spennandi verður at síggja, hvussu brúkarin tekur støðirnar til sín til – Í øllum førum er hetta enn ein liður í at gera Klaksvík grønari, sum eisini innan hetta økið gongur í fremstu røð.