SEV setir veitingartrygdina fremst

– Tað er ikki sørt djarvt av Røkt at fara út í almenna rúmið at spæla við elveitingartrygdina hjá føroyska samfelagnum. SEV hevur sett eina grøna kós, men elfelagið gloymir ikki veitingartrygdina, sum altíð skal vera í hásæti.

 

So bersøgin er Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, í aftursvari til Johan í Niðristovu, stjóra í Røkt.

 

Les eisini: Stegða SEV og bíða eftir dokumentatiónini

http://www.in.fo/news-detail/stegda-sev-og-bida-eftir-dokumentationini/ 

Hákun Djurhuus sigur, atSEV hevur sambært elveitingarlógini evstu ábyrgdina av veitingartrygdini og elgóðskuni í Føroyum, og hetta er ábyrgd, ið elfelagið tekur í størsta álvara.

 

– Hendan ábyrgdin kann ongantíð setast til viks, hóast SEV trýr fult og fast á sína egnu ætlan um 100 prosent grøna elorku á landi í Føroyum í 2030.

 

Og víðari sigur Hákun Djurhuus:

 

»Útbyggingin av Sundsverkinum er ein liður í at røkja hesa uppgávuna til fulnar, tí Sundsverkið vil einhvørja tíð kunna veita øllum samfelagnum trygd fyri elveiting, eisini meðan vit arbeiða okkum fram eftir grønu kósini. Elstu og størstu motorarnir á Sundsverkinum fella fyri aldur, og tí er undir øllum umstøðum neyðugt at dagføra verkið nú.

 

Í Føroyum ber til at javnmeta Sundsverkið við tær íbindingar, sum londini á evropeiska meginlandinum hava við hvønn annan, har t.d. Danmark, Noreg, Svøríki og Týskland eru tiltakstrygd hjá hvørjum øðrum, tá ið elframleiðslan ikki gongur sum ætlað. Í Føroyum er og verður Sundsverkið okkara tiltakstrygd í nógv ár aftrat, tí vit eru ikki bundin í eina størri elskipan sum t.d. evropeiska elnetið.

 

Sama hvussu langt vit koma á grønu kósini, so er neyðugt at hava eina álítandi tiltakstrygd, ið tekur um endan, tá ið grønu orkukeldurnar í 2030 møguliga av einari ella aðrari orsøk, sum vit ikki kenna í dag, ganga fyri ella ikki eru nøktandi.

 

Vónandi sigur hetta alt um, hvussu stór ábyrgd hvílir á SEV, og at vit sjálvsagt ikki kunnu spæla “hasard” við tiltakstrygdini og harvið elveitingartrygdini. Tað er hinvegin púra ókeypis hjá Røkt at spæla sær við veitingartrygdina úti í almenna rúminum.

 

Røkt rør – enn einaferð – 13 ár aftur í tíðina, tá SEV sambært stjóranum í Røkt ikki vildi vindorku. Eg hevði ynskt, at Røkt hevði flutt seg hesi árini, tí tað gongur sjón fyri søgn bæði í Húsahaga, í Neshaga og aðrastaðni í elskipanini hjá SEV, at framgongdin hevur verið risastór seinnu árini.

 

Og jú, SEV vil pumpuskipan, men eisini henda verkætlanin skal gerast við skili. Í løtuni eru kanningar í gongd, eftir at SEV gjørdi fyrstu kanningarnar av slíkari skipan longu í 2003, og eftir at SEV hin 13. november 2013 sendi orkumyndugleikunum umsókn um pumpuskipan í Vestmannaøkinum.

 

Tað er løgið, at Røkt fer út í sjálvdrátti at viðgera eina nýggja verkætlan um pumpuskipan í Vestmannaøkinum, uttan at felagið hevur kunnað lógarfestu myndugleikarnar á økinum.

 

SEV fer nú at heita á stjóran í Røkt um at fáa fund í lag, soleiðis at elfelagið á ein meira seriøsan og sakligan hátt fær eina frágreiðing frá Røkt um verkætlanina – bæði tøkniliga og búskaparliga. SEV noyðist at viðgera hesa kunning nágreiniliga, áðrenn elfelagið kann siga sína hugsan um hesar nýggjastu ætlanirnar hjá Røkt.«