Í løtuni heldur SEV til í sjey ymiskum bygningum í Vestmanna. Men nú er ynskið komið fram um at savna hesar allar í ein nýggjan umsitingarbygn-ing.
Hesin kemur at standa inni á Fjørð, millum Fossáverkið og verkstaðsbygningin. Ætlanin er síðani at selja teir gomlu og søguligu bygningarnar hjá SEV á Fitjunum.
Í uppleggi sínum til hesa ætlan skjýtur SEV upp, at gera eitt gerðabðti við kommununa í Vestmanna. Tað er kommunan, ið eigur økið niðanfyri Fossáverkið, sum SEV í dag brúkar til goymslu.
Hesin nýggi bygningurin hjá SEV í Vestmanna er mettur at kosta 5 mió. kr. Komandi ár verða settar av 2,5 mió. kr. til endamálið og helst sama upphædd aftur í 2006.