SEV privatiserast í bitum?

Tað kennist grundleggjandi skeivt, um SEV, sum vit øll eiga, skal býtast sundur í hálvprivat dótturfeløg. SEV má og skal ongantíð gerast eitt felag, har inntøkur til privatar íleggjarar er nakað mál í sjálvum sær! SEV skal vera eitt felag, sum tryggjar borgarum og vinnuni so bíligan og grønan streym, sum yvirhøvur til ber.

 

Tíðindini um at SEV arbeiðir við at stovna eitt dótturfelag saman við oljufelagnum Magn reisir ikki so fáar prinsipiellar spurningar. Og ger tað aftur aktuelt at umhugsa, at skilja SEV sundur í eina framleiðslueind og í eitt netfelag, sum so kann keypa streym frá tí, sum framleiðir bíligast. Hetta er als ikki einfalt, tí netparturin er so inngrógvin partur av SEV. Men, vit eiga undir ongum umstøðum at loyva, at SEV verður privatiserað í smáum bitum, soleiðis, sum lunnar í løtuni kunnu tykjast verða lagdir undir.

 

Tá tað fyri árum síðani varð avgjørt, at øll vindorka skuldi bjóðast út, var politiski viljin at geva privatum møguleikan at vera við til at gera íløgur í grønu orkuna, vóru hesi kappingarfør. Hetta hóast Føroyar eftir ES-málistokki eru ov smáar til at kapping virkar nóg væl.

 

Kappingin um vindin hevur tó uttan iva skundað undir ta menning, sum verið hevur á orkuøkinum. Fá munnu ivast í, at tá felagið Røkt fyri mongum árum síðani av sínum eintingum fór undir at útbyggja vindorkuna, fekk tað eisini SEV at ressast – tó risin tyktist seinførur fyrstu mongu árini.  Men so kom ferð á, og fyri nøkrum døgum síðani fegnaðust vit um tær 13 nýggju vindmyllurnar, sum nú mala í Húsahaga, og SEV kunngjørdi sína 2030-visjón.  

 

Brúkarin eigur vinningin!

 

Jarðfeingi gav í januar 2013 “... einum felagi undir stovnan við SEV o.ø. loyvi til elframleiðslu úr vindorku við 13 vindmyllum í Húsahaga, íalt 11,7 MW.” Ein avgerð, ið eftir kæruviðgerð varð staðfest í juli sama ár. Við hesum fingu SEV og Magn saman loyvi til vindmyllulundina, framum eina aðra umsókn frá Vindrøkt.

 

Felagið var eftir øllum at døma kortini ikki stovnsett tá, og SEV helt fram einsamalt. Talan eru um eina sera góða íløgu, sum fer at spara SEV 35-40 milliónir krónur í olju hvørt einasta ár. Tørvurin á privata íleggjaranum nú, tá myllurnar eru reistar og senda virðismikla grøna orku inn á netið, er ikki øðiliga eyðsýndur. Her eru fleiri spurningar, sum krevja svar!

 

Hóast streymurin er blivin munandi grønari í seinastuni, so stavar okkara samlaða orkunýtsla framvegis 90% frá olju. Vegurin til tað elektrifiseraða samfelagið, sum burturav verður rikið av grønari orku, er sostatt framvegis sera langur – og vit tosa um milliarda íløgur, fyri at røkka tí.

 

Givið er, at SEV fer ikki at megna at lyfta hetta einsamalt. Í tann mun neyðugt er við privatum íleggjarum og samstarvspørtum, má eitt minsta krav vera, at øll hava javnsettan møguleika at bjóða seg fram. Aðalmálið má framvegis altíð vera skjótast møguligt at byggja út grønu orkuna, samstundis sum møguligur vinningur gagnar brúkarunum - húsarhaldum og vinnuni.