Tað sigur Sev í eini viðmerking til Umhvørvisstovuna, nú ætlanin er at byggja eina vindmylluverk afturat í Hoyvíkshaganum.
Tí mælir Sev Umhvørvisstovuni staðiliga til at taka lýsingina um eitt vindmylluverk í Hoyvíkshaganum aftir. Og tey halda ikki, at tað er nakað endamál at byggja fleiri vindmyllur, fyrrenn elskipanin er før fyri at taka ímóti meiri vindorku.
– Alt annað er at seta veitingartrygd og elgóðsku í óneyðugan vanda, siga tey í Sev.
Tey siga at fáa vit ikki eina pumpuskipan, sum kann taka ímóti, og goyma, vindorkuna, sum ikki verður brúkt beinanvegin, gevur eitt vindmylluverk afturat, rætt og slætt als onga meining, hvørki, sum eitt íkast til rønu kósina, ella í sambandi við elfaklig viðurskifti, veitingartrygd, elgóðsu sum heild, ella prísi til tey, sum skulu brúka streymin.
Í Sev siga tey, at tá ið vindorkan verður bygt út, er tað altavgerandi, at vindorkað verður fingin til høldar og ikki fer til spillis.
Tí verður neyðugt at fáa eina pumpuskipna í meginøkinum, áðrenn fleiri vindmyllur verða settar upp.
Trý vindmylluverk upp á tilsamans 55 MW í sama øki, er alt ov nógv óstøðug orka í sama stað, og tað fer at gera elskipanina minni trygga, sigur Sev.
– Tvørturímóti vísa metingar at við ongari pumpuskipan verður nyttuvirðið av einum slíkum vindmylluverkið, serstakliga lítið.
– Bara 20 proent av framleiðsluni kunnu fáast til høldar á netinum, sigur Sev. Men samstundis skal Sev, og harvið brúkarin, rinda fyri alla orkuna, sum kemur burtur úr, og ikki bara hana, sum kemur til høldar.
– Hetta merkir, at brúkarin skal rinda fyri orku, sum vit longu nú vita, at brúkrin bara fær ein lítlan brøkpart av, sigu Sev.
Sev sigur, at verður eitt vindorkuverk gjørt í Hoyvíkshaganum afturat, skulu 90 milliónir brúkast afturat til battarí, og annað, men verður eitt vindmylluverk bygt onkra aðra staðni, slepst undan tí.
Í skrivinum til Umhvørvisstovuna vísir Sev eisini á, at Umhvørvisstovan ikki hildið seg til ásetingarnar í elveitingarlógini um at ráðføra seg við SEV, áðrenn umsóknin um eitt vindmylluverk afturat oman fyri Havnina verður viðgjørd, og tá tað er greitt frammanundan, at eingin annar kann søkja á um at seta vindmyllur upp akkurát á hesum staðnum.










