Sev MÁ leggjast undir landið

Men tað er burturvið, at ein rokning skal turkast upp í borgaran

Fáa kimmunurnar ikki sjálvar loyst nú, verður næsti leikurin at lóggeva viðurskiftini í rætt lag.

 

Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Hann svarar nú Heðin Mortensen, formanni í Kommunufelagnum aftur, sum sigur, at tað kemur ikki upp á tal, at landið kann yvirtaka Sev, uttan at rinda eina milliard.

 

Men tað er Johan Dahl ikki samdur í    

 

- Allir føroyingar hava longu, við elrokningini, goldið eina ferð fyri góða arbeiðið og virksemið í SEV. Tí er púra óhugsandi, at vit øll skulu noyðast at gjalda eina ferð afturat, tá ið ræðisrætturin til SEV og tann altavgerandi elveitingin, fyrr ella seinni, má flytast landinum, sigur landsstýrismaðurin.

 

Leggur afturat, at tað vísir seg , at kommunustýrislimir hava ilt við at broyta skipanina.

 

- Ein sessur í SEV er jú eitt gott ískoyti til lønina, og slíkt ger kommunalpolitisku telvingina lættari eftir eitt kommunuval, sigur Johan Dahl.

 

- At kommunur eiga elveitingarfyritøkur, er leivd frá eini farnari tíð, sum grannalondini av góðum grundum eru farin frá.

 

Prinsipielt eiga vit í Føroyum at gera tað sama, sigur Johan Dahl.

 

Trýst HER og les, hvussu Johan Dahl grundgevur fyri tí.