SEV møguliga partafelag

Leivur Hansen vil enn ikki siga, um Klæmint Weihe verður stjóri aftur í SEV

SEV
 
 
 
Leivur Hansen varð fríggjadagin afturvaldur í SEV-stýrið sum umboð fyri Tórshavnar kommunu, og hann varð eisini afturvaldur til stýrisformann.
Hóast Klæmint Weihe eftir fundin segði tað vera ein lætta, at samansetingin í nýggja stýrinum bleiv, sum tað bleiv, so  sigur Leivur Hansen seg ikki kunnu siga, um Klæmint Weihe endar aftur í stjórasessinum í SEV.
- Tað fái eg ikki sagt nakað um, tí nýggju limirnir í stýrinum skulu hava møguleika at seta seg inn í málið og viðgera tað, sigur Leivur Hansen, sum ikki hevði væntað at útskiftingin í stýrinum fór at verða so stór, sum hon varð.
Leivur Hansen sigur, at ein av uppgávunum hjá nýggja stýrinum verður at kanna spurningin um at skipa felagið á ein øðrvísi hátt í dag. M.a. sigur hann, at tosað hevur verið um at skipað SEV sum partafelag, og at hetta hevur verið viðgjørt í kommunalum høpi. Sjálvur heldur Leivur Hansen eisini, at eitt slíkt útspæl skal koma frá kommunum, sum eiga SEV.
Hann sigur seg vera samdan við Hans Tausen Olsen í, at størri gjøgnumskygni eigur at vera á t.d. fíggjarøkinum há SEV. M.a. eigur flutningsparturin og framleiðsluparturin at sundurskildir, sigur Leivur Hansen og vísir á, at slíkt tekur tíð, men at fyrsti partur í hes gongd longu byrjaði, tá núverandi fíggjarlóg hjá SEV kom í gildi.