Súni í Hjøllum
Umboðsnevndarlimur
f. Nes kommunu
Sum umbosðnevndarlimur fyri Nes kommunu í SEV síðan 1989 havi eg mangan víst á, at ávísar bygnaðarbroytingar, sum høvdu til endamáls at lata felagsskapin meira upp, høvdu gagnað. Fyri tveimum árum síðan hevði eg uppskot um at lata umboðsnevndarfundirnar gerast almennar, men eisini ta ferðina varð ikki neyðugur meiriluti.
Tað er tí at fegnast um, at umboðsnevndarfundurin 19. mars 2004 nærum einmælt samtykti at broyta viðtøkurnar, so leikluturin hjá umboðsnevnd, umboðsnevndarformanni, stýri, stýrisformanni og stjóra koma í eina fastari legu. Nú verða umboðsnevndarfundirnir eisini almennir, og tað fer at geva munandi meira gjøgnumskygni. Allir føroyingar eiga SEV, og hava tí samb. nýggju kommunulógini og nýggju fyrisitingarlógini rætt til innlit.
Tað er ikki ov nógv sagt, at við stovnanini av SEV løgdu kommunurnar í sínari tíð lunnar undir ein slóðbrótandi framburð fyri Føroyar og føroyingar. Tað er tí at vóna, at tey, sum mynda felagsskapin, leggja doyin á at fylgja væl við á øllum økjum, so at felagsskapurin eisini mennist og tekur við nýggju og stóru avbjóðingunum, sum liggja fyri framman.
Við nýggju viðtøkubroytingunum í huga - eisini um fyrilit fyri náttúru og umhvørvi, eri eg onga løtu í iva um, at tað ber til at skapa SEV eina ljósa framtíð!









