SEV kunnar um elbilaætlanir

Tekniski stjórin á SEV, Finn Jakobsen, greiddi á kunnandi fundi í hósdagin umboðum fyri bilasølum, Akstovuni, Vinnumálaráðnum o.ø. frá ætlanunum hjá SEV og Dong Energy um at økja framleiðsluna av grønari orku, so grundarlag m.a. verður fyri elbilum í Føroyum.

SEV og Dong Energy miða eftir at fáa útlendskar bilaframleiðarar at brúka Føroyar sum royndarøki í menning teirra av elbilum sínum. Mett verður, at Føroyar við stødd og veðurlagi sínum eru sera væl egnaðar til hetta endamál.

Hetta upplýsti tekniski stjórin á SEV, Finn Jakobsen.

Samstundis heitti hann á umboðini fyri bilasølurnar um at heilsa bilaframleiðarunum, sum tær umboða, og siga teimum frá hesum møguleika.

Kunnandi fundurin varð hildin í sambandi við, at SEV og Dong Energy júst hava sett fýra arbeiðsbólkar - teirra millum ein elbilabólk - at arbeiða við uppgávum, sum allar hava til endamáls at skapa møguleikar fyri at økja um framleiðsluna av varandi orku í Føroyum.

Fimm umboð fyri SEV og Dong Energy manna elbilabólkin, og tey trý føroysku umboðini í bólkinum vóru við á fundinum.

Umboðini fyri bilasølurnar søgdu seg ikki hava frætt nakað ítøkiligt frá bilaframleiðarunum um, nær ið væntast kann, at elbilar verða ein vanlig sjón á vegunum á okkara leiðum, hóast teir fyrstu bilarnir væntandi koma á evropeiska marknaðin um eini tvey ár ella so.

Bilaverksmiðjurnar vilja av taktiskum orsøkum treyðugt út við slíkum upplýsingum, fyrrenn tær meta røttu løtuna vera komna til tess, varð sagt.

Tó var semja um á fundinum, at elbilurin fyrr ella seinni verður ein týðandi partur av felags framtíð okkara, og at neyðugt tískil er at draga eina línu og fyrireika okkum sum frægast, m.a. við regluligum kunningarfundum.

Á fundinum í gjár vórðu viðmerkingar eisini gjørdar til áhugaverdu tíðargreinina hjá Ingvardi Fjallstein í Sosialinum mikudagin, har hann m .a. vísti á, at fortreytir ikki eru sum er fyri elbilum í Føroyum, tí vit ikki hava nógmikið av grønari orku til tess.

Elbilar noyðast ístaðin at brúka streym, framleiddur úr tungolju, og eru sostatt við til at økja CO2-útlátið á elverkinum á Sundi, vísti norðskálamaðurin m.a. á í grein síni.

Tekniski stjórin á SEV váttaði, at hetta er veruleikin, so leingi sum framleiðsluparturin av varandi orku ikki verður øktur.

Sostatt er neyðugt - eins og Ingvard Fjallstein eisini vísir á - at framleiða meira elektrisitet úr vatni, vindi og øðrum varandi orkukeldum, soleiðis at ?henda orka er tøk sum elektrisitet í ríkiligum máti allan sólarringin?.

Og júst hetta er endamálið við og kjarnin í samstarvinum og uppgávunum, sum SEV og Dong Energy við sínum fýra felags arbeiðsbólkum nú hava tikið stig til, legði Finn Jakobsen dent á, skrivar heimasíðan hjá SEV, www.sev.fo