Sev heldur fast um 15 oyru í príshækking

Tá ið eykaaðalfundur verður aftur í Sev týsdagin, fer felagsskapurin enn einaferð at royna at fáa undirtøku fyri at hækka prísin á streymi 15 oyru fyri hvønn kilowatt tíma. Tað staðfestir Marin Katrina Frýdal, sum er nevndarlimur í Sev, har hon umboðar Tórshavnar býráð.

Tá ið eykaaðalfundur varð seinast, fekk Sev ikki undirtøku fyri at hækka prísin 15 oyru.

Ístaðin samtykti fundurin, at Sev skuldi endurskoða fíggjarætlanina halda eykaaðalfund seinni í ár, har ein endurskoðað fíggjarætlan skuldi leggjast fram.

Hesin fundurin verður týsdagin.

Men Marin Katrina Frýdal staðfestir í kvøld, at Sev hevur gjøgnumgingið fíggjarætlanina og roynt at finna sparingar. Men felagsskapurin metir, at avleiðingarnar av at prísurin ikki hækkar hesi ætlaðu 15 oyruni fyri kilowatt tíman, verða so mikið stórar, at tá ið eykaaðalfundur verður aftur týsdagin, fer Sev enn einaferð at royna at fáa undirtøku fyri hækkingini upp á 15 oyru.

Hetta góðtekur borgarstjórin í Havn ikki. Hann staðfestir, at á seinasta eykaaðalfundi hava kommunurnar, sum eiga Sev, álagt felagsskapinum at endurskoða fíggjarætlanina.

- Leggur Sev ikki eitt nýtt uppskot fyri eykaaðalfundin, sum verður týsdagin, hevur nevndin ein alvorligan trupulleika, staðfestir borgarstjórin í Havn.