SEV hækkar prísin á streymi 18,4% næsta ár

PRÍSHÆKKING Øll føroysk húski skulu nú fyrireika seg til, at prísurin at streymi ger eitt rættiligt lop upp eftir

- Vit eru undir trýsti og vit mugu fáa javnvág í inntøkur og útreiðslur næsta ár.
Tað er greiði boðskapurin hjá Hákun Djurhuus, stjóra í SEV.
Ein avleiðing av tí er, at SEV vil sleppa at hækka prísin á streymi munandi næsta ár.
Sjálvur vil Hákun Djurhuus hvørki vátta ella avsanna tíðindini.
Hann sigur, at kommunurnar skulu viðgera málið og so kemur tað til viðgerðar á aðalfundinum og tí vil hann einki siga um spurningin enn.
Men SEV hevur havt kunnandi fundir við kommunurnar og frá keldum í kommununum hava vit fingið at vita, at SEV ætlar at hækka prísin á streymi 25 oyru fyri hvønn kilowatt-tíma.
Men harafturat kemur so mvg, so prísurin, sum brúkarin skal rinda meiri fyri streymin næsta ár, verður 31,25 oyru.
Í løtuni kostar streymurin 1,70 krónur fyri hvønn kilowatt tíma.
Sostatt verður talan um, at á nýggjárinum hækkar prísurin á streymi 18,4% og fer upp um tvær krónur fyri kilowattið.
Áðrenn SEV sleppur at hækka prísin, skal loyvi fáast frá elveitingareftirlitinum og Hákun Djurhuus sigur, at tey SEV og Elveitingareftirlitið samskifta í løtuni um fíggjarætlanina.
Men á fundi við kommunurnar hevur SEV greitt frá, at tey vænta at fáa loyvi til príshækkingina.

100 milliónir í halli
Orsøkin til, at tað er neyðugt at hækka prísin, at rætt og slætt, at tað er ikki samanhangur ímillum inntøkur og útreiðslur hjá SEV.
- Í 2010 hevði SEV eitt hall upp á 57 milliónir og í ár verður tað eitt sindur minni, helst nakrar go 40 milliónir í halli.
Tað merkir, at SEV hevur havt eitt hall upp á einar 100 milliónir hesi bæði síðstu árini.
Men yvirhøvur hava vit havt nøkur vánalig ár á rað.
- Tað sigur seg sjálvt, at hendan støðan kann ikki halda fram leingi afturat og vit mugu fáa javnvág í raksturin næsta ár, sigur Hákun Djurhuus.
Hann staðfestir, at SEV hevur stórar lántøkur og lánveitararnir krevja, at SEV fær samanhang í raksturin.
Verður prísurin á streymi hækkaður soleiðis, sum SEV ætlar, fer at tað geva elfelagnum eina eyka inntøku upp á einar 60-70 milliónir.
Orsøki til vánaligu gongdina er, at oljan er blivin so dýr.
- Útlitini fyri oljuprísinum eru ikki góð, tí tey, sum fáast við at meta um slíkt, vænta, at prísurin á olju fer í øllum førum ikki at lækka nevnivert næstu tíðina, sigur Hákun Djurhuus.
Hann leggur afturat, at gongur ikki, sum ætlað, hjá SEV, er støðan ein heilt onnur og so má SEV taka støðu eftir tí.
- Men støðan er eisini tann, at nógv av okkara virksemi er sáttmálabundið. Men kemur ongin broyting í og peningastovnarnir ikki vilja fíggja okkum, mugu vit eisini halda upp at við útbyggingum, sigur stjórin.