Prísurin á streymi hækkar enn einaferð. Men umframt eina vanliga hækking, sum verður løgd á allar brúkarar, ætlar SEV eisini at leggja eina serliga príshækking afturat á tey stóru vinnuvirkini.
Elfelagið SEV hevur eykaaðalfuld í morgin og har fer nevndin at skjóta upp at prísurin á streymi skal hækka 5 oyru fyri hvørt kilowatt, umframt mvg.
Men í tilfari, SEV hevur gjørt til aðalfundin, sæst, at SEV ætlar at hækka prísin 5 oyru afturat hjá teimum stóru vinnuvirkjunum, sum brúka yvir 230.000 kWt um árið.
Sostatt verður hækkingin hjá hesum bólki tilsamans 11 oyru.
Men SEV ætlar, at streymprísurin hjá stóru vinnuvirkjunum skal hækka 6 oyru afturat í 2014, so tilsamans dýrkar streymurin hjá teimum 16 oyru hesi bæði næstu árini.
Hinvegin er eisini ætlanin, at fyribils verður príshækkingin í 2013, seinasta príshækkingin hjá vanligum brúkarum og teimum minnu og miðalstóru vinnuvirkjunum.
Príshækkingin merkir, at eitt vanligt húski skal rinda einar 200 krónur meiri í streymi um árið, umframt 50 krónur í mvg, ella tilsamans 250 krónur.
Er talan um ein miðal vinnukunda sum brúkar 12.000 kWt um árið, skal hann rinda 50 krónur meiri um mánaðin.
Men er talan um eitt vinnuvirki, sum brúkar 230.000 kWt um árið, fer hækkingin at merkja eina eyka útreiðslu á 36.908 krónur um árið, ella 3.076 krónur um mánaðin.
Í hesum samabandi sigur SEV, at felagið hevur gjørt nógv burtur úr at hyggja eftir prísskránni fyri at meta um, hvussu rættir teir einstøku prísirnir.
- Herumframt hevur SEV gjørt lønsemisútrokningar fyri ymsar brúkarar, og úrslitið vísir greitt, at vinnulívskundarnir í bólkinum sum verður nevndur ídnaðarbólkurin, ikki eru rinda nøktandi prís.
Í hesum sambandi sigur seg, at kostnaðurin av hvørjum kWt, framleiddur við olju, er 1,01 krónur fyri kWt, men brúkararnir í hesum bólkinum rinda 0,99 kr. fyri kWt, uttan mvg.
Tað svarar til, at SEV hevur eitt undirskot, áðrenn annan kostnað, upp á 0,02 krónur pr. kWt, sum aðrir brúkarar sostatt skulu rinda fyri. Næsta ár verður framleiðslokostnaðurin eitt vet hægri og tilsamans ger tað, at SEV hækkar prísin hjá hesum brúkarabólkinum.
Hetta er annars triðja árið á rað, at prísurin á streymi hækkar.
Tann 1. januar í 2011 hækkaði prísurin 15 oyru og 1. januar 2012 hækkaði hann aftur 10 oyru.
Tað hevur alla tíðina verið greitt, at tað fór at verða neyðugt at hækka prísin aftur nú á nýggjárinum
Í 2010 ætlaði SEV annars at fáa loyvi at hækka prísin í einum, men tað vildi elveitingareftirlitið ikki og tað er ístaðin endað í fleiri smærri hækkingum ár um ár.