Burmeister & Wain Scandinavia upplýsir á heimasíðu sínari í dag, at tey hava vunnið eitt útboð í samband við arbeiðið at útbyggja Sundsverkið hjá SEV.
Talan er um ein sáttmála uppá 200 milliónir krónur, ið er galdandi í tvey ár.
Dávid Reinert Hansen er verkætlanarleiðari hjá SEV í samband við útbyggingina og hann játtar, at Burmeister & Wain hava vunnið útboðið uppá eitt arbeiði.
- Talan er um arbeiðið uppá at montera teir stóru motorarnar, ið skulu setast upp á Sundi. Burmeister & Wain koma at veita hjáútgerðina, ið hoyrir til motorarnar. Arbeiðið inniber at veita hjáútgerðina og at montera hana, umframt monteringina av motorunum, sigur Dávid Reinert Hansen.
Í sáttmálanum stendur eisini, at tilboð uppá monteringina skulu eisini innheintast í Føroyum. Talan er um eini 60.000 arbeiðstímar, sum talan er um Burmeister & Wain er samskipandi arbeiðstakari og bjóðar síðan arbeiðið út. Dávid Reinert Hansen sigur, at talan er um sera nógvar arbeiðstímar og tí er ikki vist, at føroyskar fyritøkur fáa alt arbeiðið.
Arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt í desember 2018 og eftir tað kemur ein royndartíð av útgerðini áðrenn arbeiðið er heilt liðugt.
MAN Turdo Diesel skal veita motorar til útbyggingina og Articon kemur at verða samskipandi arbeiðstakari á verkætlanini.
Tilsamans fer útbyggingin á Sundi at kosta 800 milliónir krónur.










