Myndugleikarnir eiga at steðga ætlanini um at seta vindmyllur upp í Hoyvíkshaganum. Tað heldur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.
Bóndin á Vatnaskørðum hevur fingið loyvi frá Búnaðarstovuni til at brúka eitt pláss við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum til at seta vindmyllur á.
Seinni hevur bóndin eisini gjørt avtalu við privata orkufelagið, Røkt, um at seta vindmyllur upp, og tað merkir, at eingin annars sleppur at bjóða upp á økið.
Sìðani hevur SEV av øllum alvi roynt at forða fyri, at ætlanin verður til veruleika, tí tey halda, at tað er stríð við lógina at gera seravtalur um vindmyllur.
Tvørturímóti sigur SEV, at endamálið við lógini er nettupp, at øll skulu fáa møguleikan at bjóða seg fram, tí tað tryggjar tann bíligasta streymin
Les eisini: Tað er stak óheppið
Sostatt hevur SEV roynt at sannføra myndugleikarnar um, at tað er ikki rætt at geva loyvi til, at seravtalur kunnu gerast ímillum bøndur og einstøk feløg um at seta vindmyllur upp.
Og nevndarformaðurin heldur, at tey í landsstýrinum munnu sjálvi vera greið yvir, at hetta er ikki rætti mátin, tí boðað er frá, at framferðin í sambandi við hesa vindorkuætlanina, ikki skal endurtaka seg.
Les eisini: Kunnu verða drigin í rættin um vindmyllur í Hoyvíkshaganum
Hinvegin vísir John Zachriasen á, at enn er loyvið ikki givið til at seta vindmyllurnar upp og tískil er ikki ov seint at broyta ætlanina - og tað eigur Landsstýrið at gera, heldur hann.
– Vansin við at góðkenna henda framferðarháttin er, at tað kann slóða fyri líknandi vindútboðum, sum kann gera, at streymurin verður dýrari.
Tí heitir hann á myndugleikarnar um at um endurskoða avgerðina um vindorku við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum soleiðis, at hon verður tikin aftur við tí endmáli at fáa kappbjóðing um vindorkuna.