Um einar tveir mánaðir verður arbeiðið at fríðka um øki uttanfyri høvuðsskrivstovuna hjá SEV liðugt.
Síðani bygningurin við Landavegin varð bygdur seint í 80?unum hevur øki uttan um ligið hálvliðugt.
SEV keypti bygningin frá Grannskoðaravirkinum, sum nú gongur undir navninum Inpact.
Felagið við tí nógva streyminum heldur, at øki nú skal gerast meira virðiligt.
Síðani í heyst hevur verið arbeitt við at fríðka um. Eitt steinsett tún skal gerast. Bilar skulu kunna koyra til høvuðsdyrnar, síðani runt um eitt lítið vatn og útaftur.
Ein á, sum rennur gjøgnum øki, er partur av ætlanini, og onkur trævøkstur skal eisini skjóta seg upp.
Og sum ein staðfesting av, at talan er um SEV og ikki annað felag, verður eitt gamalt ? og ístandsett ?turbinuhjól sett upp á økinum.
Arbeiðið fer at kosta yvir eina millión. Fuglø Arkitektar í Klaksvík hava lagt arbeiðið, sum Guttesen og Staksberg gera, til rættis.