Sev fekk kaldliga móttøku á Selatrað

KORTANEI Fólkið á Selatrað sigur kortanei til, at SEV skal fáa áirnar úr áunum í bygdini til at gera streym burtur úr

Áirnar á Selatrað skulu ikki rørast!
Tað er fólkið á fullsamd um.
Í gjárkvøldið var borgarafundur á Selatrað um ætlanina hjá SEV at taka áirnar í bygdini at gera streym burtur úr.
Men sama, hvussu væl oddamenninir í SEV royndi at greiða bygdafólkinum, eydnaðist ikki at sannføra bygdarfólkið um, at áirnar skuldu takast til streym.
Tað var kommunan sum skipaði fyri fundinum fyri at hoyra, at bygdarfólkið sigur, áðrenn bygdarráðið tekur støðu til umsóknina frá SEV
Bygdaráðið hevur sagt nei einaferð, men nú roynir SEV aftur.
Á fundinum greiddi SEV frá, at eftirsum maskinur og amboð longu eru í grannalagnum í sambandi við arbeiðið at útbyggja Eiði 2 verkætlanina verður tað rættiliga bíligt at halda fram og tað fæst sostatt luftalsliga nógv fyri pengarnar.
Verður útbygt heilt til Selatraðar, fáast góðar fýra gigawatt av streymi burtur úr fyri 3-5 krónur hvørt Kkilowatt og tað er ein lítil partur av tí, tað kostar, sum nú er í gerð, tí har kostar hvørt kilowatt 14 krónur.
Men tað rein als ikki á bygdarfólkið, sum var møtt vælmannað á fundi.
Hetta er eftir øllum at døma eitt mál, sum rørir fólk av Selatrað, tí tað vóru eisini rættilia nógvir útisetar møttir á fundi
Upp undir fundin hevur ein adressa gingið runt í bygdini og har hevur hvørt menniskja í bygdini mótmælt, at SEV fær áirnar.
Á selatrað eru tey serliga eym í Sandá, sum rennur beint ígjøgnum bygdina.

Ýður í lívið
Øll vóru tey samd um, at áirnar hava rættiliga stóran týdning fyri bygdarlívið, tí har ýður í børnum og vaksnum, sum spæla í ánni.
Ein eldri maður á Selatrað førdi fram at tað var neyvan nøkur á í Føroyum, sum hevði so nógv síl sum Sándá.
Men SEV læt eisini dyrnar upp fyri at gera eina millumloysn, so at nakað væl av vatnið framvegis skal vera í ánni.
SEV upplýsti, at undir øllum umstøðum er ikki ætlanin at taka meiri enn eina góða helvt av vatninum.
Harafturat kundi SEV tryggja at tað altíð skuldi renna fýra litrar um sekundið frá sjálvari byrginini í ánni, sum verður 230 metrar uppi. Tann mongdin veksur so líðandi, longur niður vit koma, tí vatn setir til alla tíðina. Hetta er tað, sum Havstovan hevur roknað seg fram til, er nóg mikið til at varðveita lívið í ánni av sílum og øðrum.
Men tað sissaði ikki fólk, tí tey hildu, at fýra litrar um sekundið gjørdi hvørki frá ella til og ein eldri maður staðfestir, at áin toldi ikki, at vatnmongdin minkaði nakað sum helst, tí undir vanligum umstøðum liggja sílin uttanfyri áarmunnan og sleppa ikki niðan at gýta, fyrrenn tað verður áarføri.
Fyri Skótarnar hevur áin ein heilt serligan týdning, tí tað er rættiliga nógv frítíðarvirksemi knýtt at henni..
Og skótarnir nevndi møguleikan, at gekk bygdaráðið umsóknini frá SEV á møti, skuldi tað vera ein treyt at um summarið skuldi SEV als ikki taka vatn úr ánni, men at teir kundu brúka hana eftir ætlan um veturin.
Sostatt er latið upp fyri eini millumloysn og SEV fer nú at rokna seg fram til um tað er ein máti, sum kann forsvarast fíggjarliga.