SEV eigur at steðga á

    

Umboðsnevnd SEV?s skal fríggjadagin 12.12.2003 taka støðu til framhald av vatnorkuútbyggingini á Eiði. Fyri viku síðan fingu nevndarlimirnir sendandi prosjektuppskotið "Eiði 2", sum Landsbyggifelagið hevur gjørt. Fyri eina íløgu uppá 150,6 mió kr. fæst ein árlig framleiðsla uppá 17,2 mió kWt. Eisini verður umrøtt eitt ískoytisprosjekt - um farið verður heilt suður til Selatraðar - ið kostar 35,4 mió kr., og sum gevur 3,3 mió kWt afturat; tó helst ikki meira enn 2,2 mió kWt, um vatn skal verða eftir til alistøðina í bygdini. Kanska verður eisini neyðugt við einari nýggjari turbinu á Eiðis-verkinum til einar 20 mió kr. Alt í alt ein íløga uppá góðar 200 mió kr. fyri 20 mió kWt.
Talan er um eina dýra íløgu, ið valla hevði sæð dagsins ljós nakra aðra staðni enn í Føroyum. Vindorkuútbygging hevði verið munandi bíligari, men tað er kanska rætt, tá ið sagt verður, at tað ikki ber til við so nógvari vindorku, tí kervið tolir tað ikki. Leiðsla SEV?s heldur í øllum førum, at vatnorkan er okkara álit. Sjálvur haldi eg, at Føroya fólk hevur krav uppá eina uttanveltaða meting. Landsins myndugleikar eiga at leita sær sjálvstøðuga ráðgeving á hesum øki - og fleiri økjum, ið eg skal venda aftur til - áðrenn teir geva sítt loyvi. Tað ber ikki til at taka alt fyri fult, ið SEV borðreiður við, tí ein slíkur felagsskapur hevur sín egna innbygda hugsanarhátt. SEV kann t.d. ikki fara niður í "umdreyningum" - tað hevði helst ikki verið so smart at lagt fram eitt avlop uppá 50 mió, tí so høvdu fólk kravt, at streymprísurin fór niður - harafturat kemur, at verkfrøðingar og annað gott fólk eisini skulu liva.
Eg viðgangi, at hendan viðmerking kanska var í ljótara lagi. Lat okkum tí í staðin seta okkum tveir einfaldar spurningar: Er her talan um eina skilagóða útbygging av vatnorkuni í Eysturoy? Eru øll neyðug fyrilit tikin til ávirkanina á náttúruna?
Tíverri verður svarið "nei" uppá báðar spurningar, og tí eigur SEV at steðga á. Hetta í øllum førum til onnur prosjekt eru umhugsað, og til vistfrøðiligar kanningar og umhvørvismetingar eru gjørdar.
Fyri at taka tað síðsta fyrst, so restar nógv í. Vit vita lítið og einki um umhvørvisárinini. So gott sum ongar kanningar fyriliggja, og tær, sum eru, eru gamlar og ófullfíggjaðar. T.d. skuldi SEV fyri fleiri árum síðan havt gjørt kanningar av Funningsfirði, nú áirnar vestaru megin vórðu tømdar, men enn bíða vit. Nógv bendir annars á, at margfeldið í náttúrini minkar, og at útlátið av vakstrarhúsgassum veksur, tá ið vatnið verður leitt burtur. Tí mugu kanningar gerast, áðrenn farið verður víðari, hetta eisini so at tað aftaná ber til at síggja, hvat veruliga hendir. Alt annað hevði verið skilaleyst.
Norska felagið Berdal gjørdi í síni tíð útrokningar, ið prógva, at tað loysir seg nógv betur at fara í hæddina, upp í einar 300 metrar. Orkuráðið mælti til, at hetta varð kannað, áðrenn framhaldandi útbygging varð loyvd. Tormóður Dahl sáli og Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag hava eisini við útrokingum víst á, at uml. 50% meira megi kann fáast til vega, um farið verður í hæddina, og kostnaðurin verður ikki so nógv meira. Harafturat uppturkast áirnar ikki, tær fáa lov at liva, tí nóg mikið væta kemur í neðra. FNU vísir eisini á, at ein víðari útbygging í Eysturoy kundi verið skipað á tann hátt, at frárenningin verður í Skálafjørðin í staðin fyri í Eiðisflógva. Hetta hevði sjálvsagt kravt eitt orkuverk á staðnum og eina goymslu í fjøllunum. Ikki heilt bíligt kanska, men ein stórur vinningur á umhvørvisøkinum, tí vatnið í Skálfjørðinum tá hevði verið endurnýggjað. Landsmyndugleikin eigur sjálvsagt at krevja av SEV, at hesin møguleikin verður kannaður, áðrenn loyvi verður givið at seta spakan í.
Mítt tilmæli á umboðsnevndarfundinum verður tí, at SEV steðgar á til nevndu viðurskifti eru kannað. Hendir tað ikki, má landsmyndugleikin sýna neyðuga ábyrgd.