SEV byggir út á Vágsverkinum

Farið er undir útbyggingar á verkinum hjá SEV í Vági.

Farið er undir útbyggingar á verkinum hjá SEV í Vági.

Vágsverkið verður útbygt eystureftir. Í summar varð dagtangahúsið flutt og gravimaskinur eru nú farnar undir at grava út fyri nýggjum motori.

Nýggi motorurin er neyðugur fyri at nøkta tørvin á  streymi í Suðuroynni, og serliga vinnulívið ger, at tørvurin er øktur.

Tríggir motorar eru á Vágsverkinum, tveir eldri motorar, M1 og M2. Ein nýggjari, M3, og nýggi motorurin, M4, verður av sama slag, sum M3, skrivar www.sudurras.fo

Mynd: Suðurrás