SEV byggir tangagarð á Sundi

Tangagarðurin er ein liður í arbeiðnum hjá SEV við umhvørvisvernd, skrivar felagið.

Á Sundsverkinum gongur sum ætlað at byggja nýggjan tangagarð, ið, sambært felagnum, er ein liður í at hava bestu umhvørvisvernd á stóra oljurikna verkinum. 

 

Nýggi tangagarðurin á Sundsverkinum er ein liður í arbeiðnum hjá SEV við umhvørvisvernd. Arbeiðið hevur verið í gongd í eitt ár, og tað verður væntandi liðugt í 2016.

 

Tangagarðurin hevur til endamáls at taka ímóti møguligum spilli ella lekum, og útbyggingin fer fram í samsvari við galdandi umhvørvisreglur, so Sundsverkið lýkur øll komandi krøv fyri umhvørvisgóðkenning, tá talan er um at handfara oljuúrdráttir, boðar SEV frá á heimasíðu síni.

 

Eitt sonevnt dagtangahús verður bygt í tangagarðinum, sum hýsir tangunum, ið dagliga lata motorunum viðgjørda olju. Talan er um eina sjálvvirkandi oljuskipan millum stóru oljugoymslurnar, dagtangarnar og motorarnar á verkinum. Ein partur av skipanin er ein nýggj rørleiðing ímillum dagtangarnar og verkið, sum verður løgd í ein oljutættan tunnil, ið harvið bæði verjir oljuleiðingina og umhvørvið.