SEV byggir nýtt høvuðsæti fyri 60 milliónir

Bygningurin skal vera ein fyrimynd hvat orkunýtslu viðvíkur

 

SEV skal hava nýtt høvusæti.

Í hesum sambandi er ætlanin at selja stóra skrivstovubygningin við Landavegin og Havnarverkið við Varðagøtu og peningurin, sum kemur inn, skal brúkast sum fígging til eitt nýtt stórt høvuðsæti.

Leysliga mett væntar SEV at fáa einar 25-30 milliónir fyri bygningin við Landavegin og bygningin við Varðagøtu.

 

Men tað nýggja høvuðsætið er metta at kosta einar 60 milliónir krónur, so SEV skal sjálvt fíggja einar 30-35 milliónir umframt tað, sum fæst fyri at selja bygningarnar.

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at gongst sum ætlað, verður nýggja høvuðsætið klárt um tvey ár, ella á jólum í 2016.

 

Hann sigur, at sum eitt nýskapandi og framskygd orkufelag, eigur SEV at ganga undan og hava eitt høvuðsæti, sum er ein fyrimynd hjá øðrum, hvat orkunýtslu og orkukeldum viðvíkur.

Og tað hevur felagsskapurin ikki í løtuni og harafturat eru umstøðurnar ikki serliga arbeiðsligar.

- Vit hava plásstrot og tískil húsast vit bæði í stóra skrivstovubygninginum við Landavegin og í gamla Havnarverkinum við Varðagøtu og tað er ikki serliga tíðarhóskandi.

Hann sigur eisini, at bygningurin við Landavegin hevur tørv á stórum ábótum.

- Vit hava roknað aftur og fram og úrslitið er, at tað loysir seg hjá okkum at selja teir báðar gomlu bygningarnar og at byggja nýtt ístaðin, sigur Hákun Djurhuus.

- Tað er skilabetri enn at pjøssa upp á tað gamla- og so framvegis hava bygningar, sum ikki eru serliga tíðarhóskandi.

Stjórin í SEV sigur, at nýggi bygningurin skal avspegla virksemið og visjónirnar hjá SEV og tískil skal hann vera ein fyrimynd hjá øðrum, bæði hvat orkunýtslu, og orkukeldu, viðvíkur.

Hann sigur, at enn er ikki avgjørt, hvar bygningurin skal vera, ella, hvussu hann skal síggja út.

- Tað veldst um teir møguleikar, sum fara at vísa seg, sigur Hákun Djurhuus.