Nesvík: - Ber til at fáa 150 næmingar úr ymiskum skúlum at hugna sær saman í tvær nætur í leguhúsinum?
Hetta er avbjóðingin, sum fólkini í leguhúsinum hava sett sær fyri at prógva.
Tey hava sett sær fyri at undirhalda hesum næmingum við alskyns tiltøkum, virksemi, vitjanum og sjálvandi eisini sosialari samveru.
- Uppleggið er, at næmingarnir skulu taka sær av løttum, meðan vit skipa fyri ymiskum tiltøkum, verður sagt úr leguhúsinum.
Av tí at pláss einans er fyri 150 næmingum ísenn, verður heitt á skúlarnar um at tekna seg skjótt.
Dansur og bovling
Í komandi døgum verður eitt skriv sent út til allar framhaldsdeildirnar í landinum, við einum tilboði um ein øðrvísi seturskúla.
Leguhúsið í Nesvík verður karmur um henda seturskúlan, sum helst er tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum.
Tað mest sermerkta við hesum seturskúlanum er, at tað ikki bert verður ein flokkur, ið verður í Leguhúsinum í senn. Seturskúlin er skipaður soleiðis, at upp til 150 næmingar kunnu hugna sær saman.
Ymisk ungdómstiltøk vera á skránni m.a. fótbóltskapping, svimjing, dyrging og hugnakvøld, har ið ein bólkur kemur at luttaka við umtóktum tónleiki.
Eitt annað heldur óvanligt tiltak á seturskúlanum er eitt dansiskeið, har tvey fólk, ið eru von við undirvísing í dansi, fara at læra næmingarnar hetta. Ein vitjan verður haraftrat í Eysturkommunu, har møguleiki verður bæði at svimja, bovla og at fiska.
Kostnaðurin fyri allan seturskúlan er 525 krónur fyri hvønn næmingin.