Hóast hann hevur fingið eina framúr byrjan sum venjari í Manchester United, so fær Ole Gunnar Solskjær ikki álit frá manninum, sum hann avloysti, José Mourinho.
Í sambandi við Premier League-dystirnar í gjár var José Mourinho gestur í sjónvarpsstovuni hjá BeIn Sports, og har kom Mourinho eitt nú inn á framtíðina hjá Ole Gunnar Solskjær í Manchester United.
- Mítt gamla felag, United, hevði brúk fyri einari fyribils broyting. Eg stóli ikki serliga nógv upp á hesa loysnina í longdini, men inn ímillum skapa slíkar broytingar góð úrslit, segði José Mourinho.
Sambært BBC, so hevur José Mourinho fingið starv sum serfrøðingur í sendingini ”On the Touchline” hjá russiska RT, har hann skal viðmerkja dystir í Champions League og seinni eisini Premier League og Seriu A.