Dagny Joensen
Tað var við stórum eygum sum tekoppar, at eg las forsíðuávísingina á Sosialinum í vikuni, har ein ráðstevna fyri samkynt fekk heiðursplássið. Ikki fyri hetta avrikið hjá samkyntum, men av tí at tveir fólkavaldir politikarar góvu ilt av sær, um hetta tiltakið.
Harra Lognberg, tingmaður, fyri at hann hevði verið við til at valt Hans Paula Strøm til landsstýrismann fyri almanna- og heilsumálum og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sum fráboðaði at hann ikki tók undir við, at ein samgongulimur hansara setti ráðstevnuna.
Vel, okkurt skulu tómar hendur gera.
Hetta var so dagsins politiski boðskapur um samanspælið í føroyskum politikki, sum í ár 2015 skal verða heimsins fyrimynd á øllum økum.
Tað er sum við manninum, ið visti hvussu børn vóru til, men sum ikki dámdi mátan.
Harra Lognberg royndi at sannføra lesaran um, at hann onki hevði ímóti teimum fólkum, sum skipaðu fyri ráðstevnuni, men hann kundi ikki góðtaka tað, sum tey stóðu inni fyri. Við øðrum orðum, dámdi ikki teirra livihátt. Hann brúkti sum vera mann, Bíbliuna sum jarnbrot fyri at rættvísgera sína niðurstøðu.
Ein vanlagna fyri tjóðina
Jógvan á Lakjuni segði seg vera sannførdan um, at tað fór at vera ein vanlagna fyri tjóðina, um landsins myndugleikar góðtóku homosexualitet sum náttúrligt fyribrigdi.
Álvaratos! Skulu land-sins myndugleikar fara undir dýnuna hjá borgarar-unum, fyri at kanna, hvat fer fram har og døma um, hvat er rætt og skeivt?
Ikki hugsi eg at hesir garpar høvdu bjóða okkum inn í kamar sítt, fyri at prógva, at teir bert gera tað, sum teir halda vera rætt ella sum stendur í Bíbliuni.
Heldur ikki høvdu vit onnur skoytt um at fingið innlit í teirra sexuallívi, sum er eins persónligt fyri teir, sum tað er fyri tey samkyntu.
Munurin er bert at hinkynt hava rættin á sínum øki. Tað hava samkynt ikki, og vilja við ráðstevnuni og í gerandisdegnum annars, bert gera vart við sínar trupulleikar og biða um loyvi at vera til, á sama hátt sum øll onnur í hesum landi.
Um vit taka undir við hesum ella ikki, tað er spurningurin.
Tað átti at verið náttúrligt fyri menniskjað at vilja øllum tað besta, og tað sakar ongan at góðtaka, at øll ikki eru skapt eins. Nøkur eru, sum ikki vilja liva saman við hinkyntum, tí tað stríðir móti teirra sexuella rættningi. Skulu tey umframt torføra tilverugrundarlag, fáa skitin orð og miskunnarleysa viðferð. Er tað rættvíst? Tað loyvi eg mær at ivast stórliga í. Hvussu um harrarnir Longberg og á Lakjuni vóru dømdir at liva sum samkyntir?
Blunda - tað er ikki til
Nei, so heldur venda spurningium á høvdið og siga bart út: Samkynt hava ongan rætt at liva í hesum landi. Tað er sum við børnunum, sum blunda og siga: Burtur - onki er til!
Um vit hinvegin síggja ein persón í koyristóli, so hevur hann rætt at sita í honum, tí han kann ikki ganga. Tann samkynti er bert soleiðis háttaður, at hann ikki kann vera hinkyntur, tí hann er samkyntur. Havt er munurin?
Eg hugsi at hann, sum situr í koyristóli, heldur vildi farið til gongu, men tað megnar hann bert ikki, tí hann er lamin.
Tað at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, setti ráðstevnua í Norðurlandahúsinum, er bert ein náttúrlig uppgáva á hansara málsøki. Við síni luttøku vísir hann, at landsstýrismaðurin ikki tekur dagar ímillum, hvørt teir borgarar, sum hann er valdur at arbeiða fyri, eru hin- ella samkynt.
Tað áttu allir landsins fólkavaldu at lagt sær í geyma.
Sambært kanningum um, hvussu nógv fólk eru samkynt, áttu eftir okkara mátistokki at verið eini tvey - trý samkynt, sum mynda løgtingið. Hugsið tykkum so til, hvussu nógv fólk eru í Føroyum, sum noyðast at krógva seg og ikki kunnu góðkenna sín samleika? Tað áttu harrar-nir Lognberg og á Lakjuni eisini at hugsað um, tá valið aftur stendur fyri durum. Ella er henda skriving teirra júst framd, fyri at tekkja "rætta" veljaraskaranum?
Óhugnaligt rák
Tað tykist sum samfelagið er vorðið alt meira kalt og miskunnarleyst. Seinasta árið hevur verið skrivað og tosað um útlendingamálið. Har vóru partar av landsins hægstu eisini talsmenn fyri ikki at geva útlendingum pláss á okkara rókum. Ja, tað var ein gáta fyri Jógvan við Keldu, landsstýrismann, hvussu tveir útlendingar høvdu fingið loyvi at ganga á Læraraskúlanum.
Rákið seinastu tíðina er óhugnaligt. Tað vísir júst, hvussu neyðugt tað er at fáa nýtt fólk hendavegin. Vit hava brúk fyri nýggjan íblástur, so vit sleppa undan at fara í smálutir í málum, sum als ikki gagna landi og fólki.
Eg hugsi ikki, at stigtakarin til ráðstevnuna fyri samkynt fór skeiv, tá hon í "Degi og Viku" segði, at tað kundu gagna føroyska vinnu- og mentalívi um vit góvu teimum samkyntu somu liviumstøður og hinum partinum av Føroya fólki.
Tað áttu Lognberg og landsstýrismaðurin í mentamálum eisini at umhugsa, tí samkynt eru ivaleyst í øllum stættum, og kundu kanska givið samfelagnum meir enn vit vilja loyva - nevniliga bert at vera til í Føroyum. Tað krevur bert eina lógarbroyting og allarhelst eina góðkenning av, at føroyska samfelagið er eins fjøltáttað og øll onnur lond í heiminum.