Setunarsteðgurin enn einferð!

Sum kunnugt, so hevur Trivnaðartænstan, sum er ein eind undir Nærverkinum, lýst setunarsteðg á økinum. Tað vil siga, at tað verður ikki lýst eftir pedagogum, hóast stórur tørvur er á pedagogum

Fyri umleið einum ári síðani var Trivnaðartænatan í Danmark og luttók í Jobmatchtiltakinum. Endamálið við hesum tiltakið var, at fáa føroyingar við útbúgving at venda heimaftur til Føroyar, tí stórur tørvur var á útbúnum fólki – og at størvini trutu ikki.

Nú er vent í holuni. Ein av avleiðingunum av sparitiltøkunum hjá Nærverkinum var, at ongi nýggj fólk skuldi setast í starv – og at tað varð ikki lýst eftir fleiri fólkum. Hetta kom sum ein dyggur smeitur fyri teir nýútbúnu pedagogarnar, sum tóku prógv í februar mánaða – og sum høvdu ætlanir um at søkja starv innan Trivnaðartænustuna. Tey fáa snøgt sagt ikki eitt fast starv – og er hetta ein ótolandi støða fyri starvsfólk og tey, sum hava pedagogiska hjálp fyri neyðuni.

Haldi ikki, at vit, sum samfelag, bara kunnu sita og hyggja at hesum synduga leiki, sum fer fram. Her má tann politiski myndugleikin koma uppí og gera sítt arbeiði til lítar, soleiðis, at økið ikki verður bumbað áratíggir aftur í tíðina.

Hetta er eisini ein háðan ímóti teimum, sum hava valt at taka eina útbúgving og ímóti pedagogiska yrkinum. Tað tykist verða løgið, at okkara fólkavaldu ikki tala at hesum átøkum, tí hetta er neyvan í tráð við tann politikkin, sum samgongan av fyrstan tíð valdi at føra. Tað sigur seg sjálvt, at tey ungu koma neyvan heimaftur eftir lokna útbúgving – og tað, sum kann henda er, at tey, sum hava fingið eina útbúgving í Føroyum, stinga í sekkin og fara av landinum.

Vit hava sæð at útbúgvingin er ikki nakað, sum skal raðfestast í hesum landi. Dømini um at Fróðskaparsetrið skal spara, er eisini eitt dømi um , at vit ikki raðfesta útbúgving – og vit ikki virða tey, sum hava eina útbúgving.

Føroya pedagogfelag átalar harðliga hendan seturnarsteðg og hevur felagið eisini umrøtt hendan spurning á norðurlendskum fundi við systurfeløg okkara. Úrslitið av hesum, var ein felags yvirlýsing, sum er send miðlunum í hesum døgum.