Settur fastur fyri harðskap í Havn

Ein ungur maður hevur so langa syndaskrá, at nú fleyt bikarið yvir

Tíðliga í morgun handtók løgreglan í Havn ein ungan mann og skuldsetti hann fyri harðskap.

Fyrr um náttina varð hann meldaður fyri at hava sligið ein annan mann í andlitið við einum glasi í einum skeinkistaði í Havn. Maðurin, sum varð sligin, fór á skaðastovuna til viðgerar.

 

Talan er um ein mann sum, hóast sín unga aldur, hevur eina rættiliga langa syndaskrá, har hann áður er dømdur fleiri ferðir fyri harðskap, hóttanir, og annað. Tískil fleyt bikarið yvir í morgun, og maðurin varð settur í varðhaldið.

 

Løgreglan sigur, at ætlanin er at føra mannin fyri rættin seinni við tí endamálið at fáa hann varðhaldsfongslaðan í eina tíð, áðrenn hann kemur fyri rættin og verður dømdur fyri harðskapin.