Settu størsta føroyska laksin nakrantíð á Sandsvág

Marine Harvest Faroes hevði 140 milliónir krónur í yvirskoti í fjør

 

Á aðalfundinum hjá Marine Harvest fór Ragnar Joensen frá sum nevndarformaður. Marit Solberg tók við sum nevndarforkvinna í felagnum.

 

Roknskapurin hjá felagnum vísir eitt yvirskot upp á 140 milliónir krónur. Eginognin er nú 605 milliónir krónur.

 

Marine Harvest tók væl minni laks í fjør enn árið fyri, men sigur, at tað er vanligt at tøkunøgdin sveiggjar frá ári til árs. Í fjør tók Marine Harvest 5.980 tons av laksi í mun til 10.893 tons árið fyri.

 

Seinastu roknskapirnir hjá felagnum hava verið merktir av, at íløgur fyri 100 milliónir krónur eru gjørdar í nýggju smoltstøðina á Hellunum, sum varð tikin í nýtslu í oktobur í fjør. Fyrsti laksurin fór av støðini og suður á Sandsvág í mars.

- Støddin á fiskinum var í miðal 1,2 kg, sum er størsti fiskur nakrantíð settur á sjógv í Føroyum. Ætlanin er, at hesin fiskurin longu skal takast aftur í oktobur í ár, skrivar felagið.

 

Stóra íløgan í nýggja smoltstøð, sum gevur størri smolt, ger, at fiskurin kann verða styttri í sjónum enn áður. Hetta fer at lætta um lúsatrýstið, sum hevur verið á føroyskum alilaksi.