Settu stórar stjørnur uppá pláss

Eli Hentze harmast um endan, men hann rósar sínum monnum fyri sjálvsálitið og áræðið, sum teir vístu ímóti Póllandi

U-21 landsliðsvenjarin Eli Hentze er nú farin av Tórsvølli og undir tak at heilsa upp á sínar spælarar, eftir at undankappingardysturin ímóti Póllandi endaði 2-2.

 

Saman við spælarunum er hann ógvuliga vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna ímóti Póllandi, tá ið havt verður í huga, at føroyska liðið í teimum fimm minuttunum, sum vórðu lagdir aftrat, vóru ellivu ímóti tíggju, og at Pólland javnaði til 2-2 í síðstu sekundunum.

 

-Eg fari nú at takka spælarunum og liðnum fyri framúr avrik. Sjálvandi hevði tað verið hugaligari, um vit høvdu vunnið øll stigini, og sum seinni hálvleikur myndaðist, so høvdu vit tað uppiborið. Spælararnir spældu við stórum sjálvsáliti og vístu áræði. Hetta høvdu vit avrátt frammanundan, at teir skuldu gera, og tað gjørdu teir í seinna hálvleiki. Vit høvdu avrátt, at teir skuldu renna, inntil ljósini vórðu sløkt á Tórsvølli, og tað gjørdu teir, staðfestir landsliðsvenjarin Eli Hentze, og hann heldur fram:

-Føroyar eiga nógvar dugnaligar spælarar, og tað eru fleiri á veg. Vit hava avrátt, at føroysku landsliðini skulu spæla fótbólt og ikki sparka, og tað gjørdi liðið ímóti Póllandi, sum eigur eitt fínt landslið. Vit skulu minnast til, at fleiri av teirra spælarum dagliga eru í italsku seriu A og í týsku bundesliguni. Tað setir okkara avrik og úrslit í perspektiv, men sjálvandi eru vit og eiga vit at vera vónbrotnir um, at teir javnaðu í evstu løtu, sigur Eli Hentze.