Settu sjóneyku á sálarliga heilsu

Dagurin endaði við gestarøðu, har Bill Justinussen vælupplagdur og á sín sermerkta hátt legði námsfrøði, javnstøðu og onnur áhugaverd evni undir lupp.

Øll starvsfólk á dagstovnum og kommunala trivnaðarøkinum í Klaksvík vóru í dag til ráðleggingardag í KFUM&K, har sjónyekan eitt nú varð sett á verkætlanina - ABC fyri sálarliga heilsu - sum Klaksvíkar kommuna er partur av.

 

Saman við Fólkaheilsuráðnum og 17 øðrum samstarvsfeløgum er Klaksvíkar kommuna partur av verkætlanini, sum leggur dent á tríbýtta boðskapin: Ver virkin, ver saman, ver hugbundin.

 

Úr Klaksvík verður sagt, at fyrriparturin á degnum varð halgaður ABC-verkætlanini burturav við tað, at Monika Mohr, verkætlanarleiðari hjá Fólkaheilsuráðnum, legði fyri við framløgu, og síðan fylgdu Beinta Klakstein, trivnaðarnevndarforkvinna og Anja Olsen, samskipari av ABC vegna Klaksvíkar kommunu, upp við framløgu um, hvør ætlanin hjá kommununi er við at vera við í verkætlanini.

 

- Umframt tær báðar fyrstu framløgurnar um ABC fyri sálarliga heilsu, vóru eisini fleiri onnur áhugaverd innlegg á skránni. Niels Juel Arge, leiðari í Fjallafípúni legði fram um trivnað millum børn við útgangsstøði í “Betri vinir”, sum er átak hjá Barnabata móti happing.

 

Lagt verður aftrat, at Hanus á Gørðum, sóknarprestur, legði fram undir heitinum “Mín næsti í við- og mótgongd”, og seinasta framløgan var við Óla Rubeksen, SSP ráðgeva, sum greiddi frá um SSP-arbeiðið.

 

- Eftir trivaligt fakligt innspark endaði dagurin við gestarøðu, har Bill Justinussen vælupplagdur við hugleiðingum og hermi legði námsfrøði, javnstøðu og onnur áhugaverd evni undir lupp.

 

Ráðleggingardagar verða vanliga hildnir á hvørjum stovni sær, men ársins útgáva var serlig á tann hátt, at ráðleggingardagurin var felags fyri allar dagstovnar og starvsfólk á trivnaðarøkinum hjá kommununi.

 

- Samanumtikið var hetta ein væleydnaður ráðleggingardagur, verður sagt úr Klaksvík.