Settu seg upp ímóti Cameron

Bretska parlamentið feldi í gjárkvøldið eitt uppskot um at halda fólkaatkvøðu um bretska limaskapin í ES.

David Cameron, forsætisráðharri, hevði mælt sínum konservativu tinglimum at atkvøða ímóti uppskotinum, tí eftir hansara tykki er tað betur fyri Bretland fíggjarliga at vera í samveldinum enn uttanfyri. Men umleið 80 konservativir tinglimir atkvøddu fyri fólkaatkvøðu, og tað er eitt bakkast fyri Cameron sum formann, siga eygleiðarar í London.

-Hatta var pínligt, og spurningurin er nú, um vit fara at síggja onkran annan tílíkan uppreistur í flokkinum á øðrum økjum, sigur professarin Tim Bale við Reuters.