Í síðstu viku sprongdu teir 101 metur eysturoyarmegin í Eysturoyartunlinum, sum er met.
Á Hvítanesi var eitt stórt vendipláss sprongt. Tá má tunnilin spreingjast í tveimum, av tí hann er um 20 metrar breiður har hann er breiðastur. Tilsamans sprongdu teir 58 metrar á Hvítanesi og hava nú sprongt 3.773 metrar frá Streymoyarlandinum, og eru komnir eitt petti norður um Kaldbaksnes.
Frá rundkoyringini undir Tangafirði móti Hvítanesi sprongdu teir 57 metrar í síðstu viku, sum er met á hesum teininum. Nú eru í alt sprongdir 1.359 metrar, og eru leysir av Raktanga.
Frá rundkoyringini móti Rókini sprongdu teir 44 metrar. Í alt hava teir sprongt 1.171 metrar frá rundkoyringini og eru nú staddir beint norðan fyri, og undir, Svangaskarð.