Tveir teirra koyrdu so skjótt, ávikavist 116 og 117 km um tíman, at teir fáa eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Tveir aðrir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 105 og 106 km um tíman, og ein fimti bilførari fekk bót fyri at koyra 102 km um tíman.
Annars fekk løgreglan í gjár boð um fleiri smærri solo ferðsluóhapp í hálkuni, men eingin álvarsligur skaði var. Ein týskur bilførari gleið út av vegnum við krossin um Eiðisskarð og stóð fastur har. Tilbúgvingin kom til hjálpar og fekk hann leysan aftur.