Løgreglan gjørdi í gjár málrættað átøk í ferðsluni í Saltangará. Hetta var gjørt á einum øki í býnum, har ferðin er niðursett til 30 km um tíman. Og tá ferðin er niðursett, so skjótari at missa koyrikortið. Tí koyrir tú bara 15 km um tíman meira enn loyvt er, so er tað eitt klipp í koyrikortið, og koyrir tú 20 km um tíman ov skjótt, so verður talan um treytaða frádøming.
Tað vanliga er annars, at koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so fært tú klipp í koyrikortið og meira enn 30 km um tíman ov nógv, so fært tú treytaða frádøming. Tað er galdandi við vanligu ferðmørkini, 50 og 80 km um tíman. Men tá ferðin er niðursett, so er talan um ávikavist 15 km um tíman og nógv fyri at fáa klipp og 20 km um tíman ov nógv fyri at fáa treytaða frádøming. So tað ræður um at vera serliga árvakin í øki, har ferðin er niðursett.
Og hesa felluna fullu fleiri í í Saltangará í gjár. Tilsamans vórðu sjey mál skrivað. Seks fingu klipp í koyrikortið, og ein misti koyrikortið treyta. Teir koyrdu millum 50 og 61 km um tíman í økinum, har tað altso bara er loyvt at koyra 30 km um tíman.