Settu eld á týsku sendistovuna í Sudan

Eldur er í týsku sendistovuni í sudanska høvuðsstaðnum, Khartoum, og bygningurin hevur fingið stóran skaða, eftir at umleið 5.000 mótmælisfólk herjaðu á sendistovuna og grannahúsini, sum hýsa teirri bretsku sendistovuni. Tað skrivar franska tíðindastovan AFP, sum hevur fólk á staðnum.

Týski uttanríkisráðharrin, Guido Westerwelle, sigur, at starvsfólkið á sendistovuni í Khartoum eru fingin burtur haðani, og at tey eru trygg.

Sudanska løgreglan royndi at forða mótmælisfólki at fara inn á sendistovuøkið við at skjóta táragassgranatir eftir teimum, men til fánýtis. Nøkur mótmælisfólk kluvu upp á takið á sendistovuni, har tey tóku tað týska flaggið niður og hongrdu tað grøna islamistiska flaggið ístaðin fyri.