Settu aftur met í oktober

Enn eina ferð hevur ferðavinnan sett met

Talið á ferðafólki hevur sett met í ár

Ferðavinnan hevur tikið rættiliga dik á seg aftur, eftir at alt varð lagt svart, tá ið korona fór at ganga tíðliga í fjør. Og í roynd og veru hava tað aldrin verið so nógv ferðafólk í Føroyum sum í ár og bæði í summar, og í heyst, hevur talið á ferðafólkum, sett met. Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at eisini í oktober setti ferðavinnan met. Hagstovan sigur, at í oktober í ár vóru yvir 16.400 gistinætur á gistingarhúsunum kring landið og tað er tvær ferðir so nógv, sum í fjør, men tað er eisini 22 prosent meiri enn í 2019, tá ið ferðavinnan annars setti met.

 

 Gistinætur vísa, hvussu nógvir, og hvussu leingi, fólk gista á gistingarhúsum. Gista 10 fólk gista tríggjar nætur, eru hetta 30 gistinætur.

 

Í oktober í ár høvdu danir 6.277 gistinætur á gistingarhúsunum í Føroyum og tað er tvær ferðir so nógv, sum í fjør. Men føroyingar gera eisini nógv burtur úr at ferðast í egnum landi, tí føroyingar høvdu 4.592 gistinætur á gistingarhúsunum og tað eru 21 prosent meir enn í fjør. Restin, stívliga 5.500 gistinætur, eru so fólk úr øðrum londum – og tað er meiri enn tríggjar ferðir so nógv í oktober í ár, sum í fjør.

 

 Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 48 prosent av kømrunum vórðu brúkt í oktober í ár, samanborið við 33 prosent í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 62 prosent. 

 

Í fjør vaks talið á kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp, og onnur eru útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri.

 

Talið á ferðafólki hevur sett met í ár