Setti stolnan bil uttanfyri Løgreglustøðina

Um hálvgum fýra tíðina í sunnunáttina varð Løgreglan boðsend av Havnaskrivstovuni. Ein maður gekk ímillum bilarnar og hevði mistonkiligan atburð. Tá Løgreglan kom á staðið, hevði maðurin stolið ein óskrásettan bil, og koyrdi undan løgregluni.

Uppi við Løgreglustøðina, setti maðurin bilin frá sær og rann ímóti Abbatrøð. Løgreglan fór eftir honum og fangaði hann. Tá løgreglan kom aftur til bilin, var hann farin á rull, tí maðurin ikki hevði hálað í hándbremsuna. Bilurin var rullaður inn í nøkur trø í Bókbindaragøtu.
Maðurin hoyrdi til ein grønlendskan trolara og var hann varð skuldsettur fyri bilstuldur og rúsdrekkakoyring.