Teldan hjá ákærda var kannað, og kanningarnar vístu fleiri hundraðtúsund klikk á ymisk mál.
Men hetta setti Jógvan Páll Lassen, verji hjá tí ákærda, spurnartekin við.
- Skal hetta passa, svarar tað til, at ákærdi hevur sitið fleiri mánaðar framman fyri telduni, bara fyri at uppfylla kikkini á einum einstøkum evni, segði Jógvan Páll Lassen.
Og her gav dómarin honum fyri so vítt rætt, tí hann vildi eisini hava eina nærri frágreiðing um, hvussu komið var fram til øll hesi klikkini.
Millum evnini, ið roknað vóru upp, vóru knívdráp, sex, ávís fólkanøvn og fleiri onnur ymisk mál.
Onkur teirra høvdu milliónir klikk, og sambært Jógvan Páll Lassen, tekur tað fleiri mánaðir at klikkja so ofta á eitt ávíst mál.
- So skuldi hann einki annað havt gjørt, staðfesti Jógvan Páll Lassen.