Ein sjúkrarøktari hevur nú viðgingið, at tað var hann, sum fyri einum hálvum ári síðani setti eld á eitt sjúkraheim í Sydney í Australia, har 11 hjálparleys gomul doyðu í eldinum.
Men nú sjúkrarøktarin, Roger Dean, er komin fyri ein dómstól, hevur hann játtað seg sekan í at hava sett eld á, og harvið at hava elvt til morð og ógvusligar líðingar. Umframt tey 11, sum doyðu, fingu átta stórar løstir í eldinum.
Eftir eldin lýsti tann 37 ára gamli seg sjálvan sum eina hetju, ið hevði roynt at bjargað búfólkunum út, og á myndini sæst hann beint eftir eldin við iltmasku. Nú stendur hann til at fáa lívlanga fongsulsrevsing.










