Setti nýtt persónligt met

Eisini róðrarkempan og jyllandsmeistarin, Jón Rosenblad, var komin heim at luttaka í Fish Fair kappingini. Hann megnaði at sláa gamla metið við nærum tveimum sekundum

? Hetta hevur verið ein góð kapping og tað tekniska hevur verið minst líka gott ella betri enn støði á kappingunum niðri, segði Jón Rosenblad eftir kappingina. ? Men, legði hann afturat, ? eg sakni fleiri áskoðarar.

Nógv venjing
Jón Rosenblad, sum er jyllandsmeistari og fimtbestur í øllum Danmark, var um vikuskiftið bert komin heim at rógva í Runavík. Fish Fair stuðlaði honum við eini ferð, og tað má sigast at verða væl nýttir pengar, tí Jón megnaði at sláa persónliga metið, sum hann setti í kappingini í Havn. Tá var tíðin 6.11.1, og tíðin hann hevði í Runavík var 6.09.5.
? Vit venja hart og miðvíst niðri nú. Ætlanin er at fara í bátarnar í mei, men enn er ikki avgjørt hvørjum báti eg skal rógva við. Bátarnir niðri kunnu jú ikki samanberast við føroysku bátarnar, so eg má taka mær tíð at læra alt frá grundini aftur, greiðir Jón frá.
Tey, sum høvdu glett seg at sæð Jón kappast í einum donskum báti, mugu geva tol.
? Eg ætli mær slett ikki at kappast í ár, men bert at læra meg teknikkin, og byggja alt upp. Men hóast eg ikki fari at gera nakað um meg komandi tíðina, so fari eg ikki at gevast enn, men tvørturímóti at venja hart. Málið er at koma á ein single-scullara, sigur Jón.

Føroyingar bangnir
Spurdur um innandurakappingarnar, sum hava verið í Havn, heldur Jón, at tær hava ógvuliga stóran týdning fyri føroyska kappróðurin.
? Hesar kappingarnar eru alt avgerandi, tí tær gera kappróðurin til ein heilárs ítrótt. Og eg eri als ikki samdur við tey, ið siga, at maskinurnar og føroyski báturin eru hvør sín ítróttur, heldur Jón.
Hann heldur tó, at fleiri rógvarar áttu at hildið seg fram at.
? Alt ov nógvir rógvarir vilja ikki melda seg til slíkar kappingar, tí teir eru bangnir at vísa seg fram, soleiðis at øll koma at síggja júst hvat teir megna, heldur Jón.
Til munin á kappingini í Havn og kappingini í Runavík heldur Jón, at báðar kappingarnar hava sína styrki.
? Tað ger einki um kappingarnar ikki verða skipaðar á sama hátt. T.d. róu allar manningarnar ímóti øllum í stafettini í Havn, meðan tað her var býtt upp í 5-mannafør gentur, 5-mannafør dreingir o.s.fr. Men av tí at kappingin í Havn liggur í januar mánað, so ger tað einki, at tað kanska verður eitt sindur stuttligt og øðrvísi. Í apríl eiga bátarnir at verða mannaðir, og eg haldi tað vera gott, at endabresturin av innandurarógvingini, fær aktuellu manningarnar at kappast, sigur Jón at enda.