Setti eld á úthús

Klokkan 4:26 í morgun fekk Politistøðin í Havn fráboðan um at eldur var í einum úthúsum undir Varða í Havn.

Í fráboðanini varð eisini lagdur dentur á, at kring úthúsið vóru bæði trø og runnar, har eldur kundi festa í.

Sløkkilið kom tó skjótt á staðið, og fekk bast eldinum, áðrenn hann gjørdi rættiliga um seg. Úthúsið brann í grund.

Eina løtu seinni ringdi ein maður, ið var illa fyri, til løgregluna, og boðaði frá, at tað var hann sum hevði fest í.